Gamla Seglhúsið
  • Listaframsýningar
  • Útleigan av hølum
  • Jólaborðhald
  • Rivjakvøld
  • Samband
  • Nýtt
  • Listaframsýningar
  • Útleigan av hølum
  • Jólaborðhald
  • Rivjakvøld
  • Samband
  • Nýtt
Search by typing & pressing enter

YOUR CART

25/7/2021

Eyðun av Reyni 70 ár

Picture
Leygardagin, tann 31. juli 2021 verður listamaðurin Eyðun av Reyni 70 ár. 

Í hesum sambandinum letur upp ein framsýning í Gamla Seglhúsinum, har vit eisini ynskja at heiðra listamanninum við einari serlligari fernisering.

Eyðun av Reyni er føddur tann 31. juli 1951 og er sonur Elsu og Ingálvur av Reyni. Eyðun giftist í 1985 við Bjørg Øssursdóttir og eiga tey døturnar Durita og Ingibjørg.

Eyðun var sjómaður í nøkur ár, áðrenn hann tók eina listarliga útbúgving í 1971-72 á Askou-Jensen´s Drawing School in Glyptoteket í Keypmannahavn og Tech Royal Danisk Art Academy somuleiðis í Keypmannahavn.

Eyðun hevur verið fleiri listarliga námsferðir og hevur javnan havt framsýningar av verkum sínum síðani 1964. Somuleiðis hevur Eyðun við sínum verkum prýtt fleiri bygingar umfamt at verk eru umboða í tí almenna rúminum bæði í Føroyum og uttanlendis.

Aðalsteinn Ingólfsson rithøvundur, sigur soleiðis frá um listina hjá Eyðun av Reyni.

Listamálarin Eyðun av Reyni ber eins og ein kringur dansari eina andaverð við sær. Tá ið hann málar fyrstu strokini á løriftið, veit hann av sær sjálvum – eins og dansarin, sum hevur vant og vant í óteljandi tímar í bumminum – rútman, sum hann gevur seg undir, ber hann at enda út á eggina á einum vatnrættum býti, ið verður kallað miðdepil. Hesin miðdepil er ofta í skundi málaður við breiðum pensli gráur ella svartur, so at hann líkist einum svørtum holi ella einum veðurbardum veggi, sum gerst tann veruligi snúningsdepilin, verkini hjá Eyðun av Reyni snúgva seg um. Alt hitt í málninginum skipar seg rundan um henda miðdepil, soleiðis at økið niðanfyri brátt umskiftist til eina rokuta forgrund, sum er gjørdliðug við øgiligum slettum og skvettum av ljósum litum, ið fara hurl um burl tvørtur um løriftið, meðan økið omanfyri er bygt upp við meiri frælsi, altíð við einari samanseting av loddrøttum og vatntøttum litblokkum.

Tað er lætt at síggja í hesum mynstrinum eina tilsiping til arketýpiska føroyska landslagið, sum eldri málarar eins og Mikines og faðir Eyðuns, hin mæti Inválvur av Reyni, hava tulkað. Tískil er áðurnevndi miðdepilin altíð havið, ið sameinir og skilir tær átjan oyggjarnar í Føroyum, sum antin eru svartar sum vetrarskýggin, ið hóttandi kemur niður á tær, ella livandi við hvítum brimi og brúsandi grønum aldum. Forgrundin kann tulkast júst soleiðis: sum eitt landslag fylt við virkni, sum fjølbroyttu formarnir og litirnir rógva fram undir og trýsta og toga hvør annan, stuðla hvør annan ella royna at gera hvør annan til einkis. Vit síggja, at Eyðun málar samansetingar av litblokkum við báðum endunum á penslinum, bæði kustinum og spíska skaftinum, og skapar zig-zag mynstur ella krutl, ið týkjast at sipa til formar, sum liva óheftir av náttúruni.

Aftast í málninginum hjá Eyðuni er altíð minnið um landslagið hinumegin eina og hvørja strond og eitt og hvørt ljóð, kanska eitt eiði, eitt fjall, formurin á einum r´ðrarbáti ella bergini undir medrutum skýggjum, og soleiðis verður dentur lagdur á stórbæri í tí loddrætta og vatnrætta. Ella skuldi landið ikki verið við, hava vit tað endaleysa Norðuratlantshavið, ið er sum ein gjøgnumheilur múru úr vatni, sum røkkur upp ígjøgnum á løriftinum, ella sum rennur saman við tey eins hóttandi skýggini. At nevna bara okkurt av náttúruelementunum, ið Eyðun sipar til, við navni man vera torført, tí málningar hansara eru sum fagur skaldskapur og snúgva seg um nógv meiria enn landsløg í Føroyum og havið kring Føroyar.

Heldur onkur, at tað, ið frammanfyri er lýst, er lætt at spáa um og kann verða sett inn í ein frymil, eigur hann at hyggja aftur, ella betri enn, at ráðføra seg við listasøguna, har vit finna nógvar listamálarar, ei eru nøgdir við minni. Hugsið um Giorgio Morandi og endaleysu frábrigdi hansara av fløskum ella Josef Albers, sum í óteljandi lýsingum fagnar fýrkantinum.

Teir og javnlíkar teirra granska við vilja í tí lítla; men Eyðun av Reyni er sum eit rættur norðurlendskur dramatikari, ið torir at togast við teir stóru tilveruspurningarnar: menneksja afturímóti náttúru, markið millum lív og deyða, náttúran afturímóti sær sjálvari, og at enda spurningurin, ið ber av øllum: Hvat er meiningin við lívinum? Tað er soleiðis fyri ein mann, sum er vaksin upp í einum húski við gudsóttandi brøðrum, at hvussu ofta hann enn er farin skeivur og hvussu langt hann enn er farin frá grúgvuni, liggur hasin spurningurin altíð frammarlaga í tonkunum.

Skrá fyri ferniseringina leygardagin tann 31. juli klokkan 16:00
Símun Gullaksen bjóðar vælkomin og Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu setur framsýningina.

Eyðun Nolsøe, Jógvan Olsen og Karl Martin Samuelsen úr bólkinum Hjarnar syrgja fyri tónleikinum og Dávur Winther, formaður í Norðoya Listafelag kemur eisini at røða.

Gutti Winther syrgir fyri ábitnum og kemur at borðreiða við ymiskum spennandi bitum
​
Øll eru hjartliga vælkomin fyri at njóta løtuna, bera fram eina heilsan, síggja málningarnar og annars heilsa uppá Eyðun í hugnaliga Gamla Seglhúsinum.

10/7/2021

Fernisering - SOPO í Gamla Seglhúsinum

Picture

Mikudagin 7. juli lat upp listaframsýningin við Sofus Poulsen (SOPO) upp í Gamla Seglhúsinum.

Karl Martin Samuelsen og Eyðun Nolsøe spældu og Símun Gullaksen greiddi frá um Sofus Poulsen og list hanara.
_________________________________

CV SOPO
Sofus D. Poulsen f. 26. april 1955.
Autodidakt kunstmaler.
 
Jeg er selvlært og dog – fra jeg var ung, har jeg studeret alle de kendte malere – lige fra de Franske – Engelske – Amerikanske – Danske osv. – Jeg kalder mig autodidakt men dog alligevel i en eller anden form, er jeg påvirket af andre kunsterne.

Men da det er sagt… så er mine billeder erindringer. Oplevede og sansede erindringer fra mine mange ture i de færøske fjelde – eller med skitseblokken nede i havnen imellem både og gamle tjærede huse.
Det skiftende vejr på Færøerne, er paletten som jeg bruger.
 
Mine billede er både abstrakte/naturalistiske/ og på samme tid prosaiske sanseoplevelser.

I en symbiose mellem en spontan maleproces og streng disciplin, forankret i Cézanne (fransk maler) og de franske impressionisters naturopfattelse bliver mine malerier til. Lige på kanten til abstraktion, vil nogle kalde min stil.
 
Jeg har malet og tegnet siden min ungdom. Både portrætter og skildringer. Jeg maler med olie, men også med akryl. Jeg har været illustrator og holder foredrag om kunst – har undervist i billedkunst, tegning og kunsthistorie i mange år.
 
Færøske kunstnere som har inspireret mig, er uden tvivl Villiam Heinesen, Jack Kampman, Zacharias Heinesen og en af Færøernes bedste kvindelige kunstner, Ruth Smith. Danske kunstnere som har inspireret mig, er Anders Zorn, Krøjer, Jacob Ranzau, Per Kirkeby og ikke at glemme Niels Larsen Stevns, Edvard Weie m.fl.
 
Jer er en af de faste kunsterne i det kendte Galleri Sct. Gertrud i København. Der har jeg en årlig solo udstilling.

På min Hjemmeside – sopoart.dk – og sopoart.com – plus min FB-side, sopoart – der kan man se mine arbejder og malerier. 

I de seneste år har jeg haft udstillinger på de store kunstmesser i Art Copenhagen, Art Herning, Art Nordic og Hillerød kunst uge. Andre steder som måske er værd at nævne, er Vestjysk Kunstpavillon.

______________________________________                                                                       
 



Listaframsýningin hongur uppi allan juli mánaða og øll eru hjartaliga vælkomin at vitja framsýninga.

Myndir frá ferniseringini:

1/7/2021

Listaframsýning - SOPO - Sofus Poulsen

Picture
Listaframsýning í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.
Fernisering verdur mikudagin 7. juli 2021 kl. 18.00.
​

Framsýningin umfatar´málningar úr tí føroyska landslagnum og sum nakað nýtt, verða eisini málningar við myndaevnum úr Nýggja Testamenti.

Øll eru hjartaliga vælkomin. 

19/4/2021

Fernisering - Zacharias Heinesen

Picture
Picture
Í góðveðrinum sunnudagin, lat upp listaframsýning við verkum hjá einum av okkara mætu listafólkum, Zacharias Heinesen. Hetta kann somuleiðis roknast sum ein serstøk framsýning, tí 19. mai 2021 verður Zacharias 85 ár. Hóðast komin eitt sindur upp í árini, sveiggjar hann enn meistarliga við penslinum.

Fitt av gestum hevði leita sær til ferniseringina klokkan 16:00 og syrgdi Rani Nolsøe fyri tónleikinum.
Hilmar Høgenni, setti framsýningina og røðan er endurgivin her:

Fyrst av øllum, takk fyri álitið, tað er ein heiður at vera biðin at siga nøkur orð nú Zacharias Heinesen letur framsýning upp her í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

Tá vit hyggja at myndunum, sum hanga her í dag er tað ikki tað fyrsta, sum fellur tær til hugs, at listamaðurin verður 85 ár um ein mánað, tí her eru myndir, sum vísa ein listamann, sum er í fullum blóma granskandi og leitandi víðari og djúpari á síni listaleið.

Fyri 15 árum síðani, tá tú fylti 70, var ein framsýning í Listahøllini á skipasmiðjuni í Havn, við heitin “ZH 06”.,.

Í sambandi við ta framsýningina varð ein bóklingur givin út og millum onnur skrivaði Gunnar Hoydal, eina minnislýsing undir heitinum “Baggi”. Hann hugleiddi um,  tá dreingirnir undir Varða og dreingirnir á Hálsi hittust á tennisplenuni í Gundadali at sparka. Hann skrivar:  “Har var hann eisini. Men hann rann ikki, og hann sparkaði ikki. Hann var á súkklu og stýrdi inn ímillum teir tuskandi dreingirnar, sum hevði hann veingir undir sær, lættur sum ein fuglur.

Hann var klænur og spískur. Hann segði ongantíð nakað .....

Hann fór at læra til snikkara hjá einum, sum hoyrdi tónar innan í sær sjálvum. Tað var Verlant Johansen...

Tí undraði tað okkum at hesin klæni hjá Williami næstan einki ljóð læt frá sær. Men tey søgdu hann var farin at mála í staðin.

So sóu við hann ikki aftur. Tey søgdu hann var farin til Íslands. Heini, tann eldri beiggin segði, at súklan stóð eftir í fjósinum, Hann skuldi ikki súkkla, hann skuldi mála.”

Gunnar  andaðist hósdagin og rithøvundurin og skyldmaður hansara, Oddfríður Marni Rasmussen skrivaði á Facebook soleiðis:

“Onkur helt einaferð fyri, at Gunnar Hoydal dugdi at tiga á øllum málum. Hóast tað, so hevði Gunnar orðið í síni makt. Hann segði onki, sum ikki var væl og virðiliga hugsað ígjøgnum. Tá ið hann hevði smakkað orðini í eina góða løtu, vóru tey búgvin, og hann segði tað, sum hann skuldi siga. Ikki meir.”

Ta kvøldið, listaframsýningin í 2006 læt upp, helt tú rundan føðingardag, og vit vóru boðin til borðs í framsýningin.

Gunnar var eisini við og ein av dreingjunum undir Varða, Heri Mørkøre fyrrverandi landsapotekari, helt fyri í røðu síni:

“At tú einaferð hevði sagt, at tær dámdi so væl at vera í veitslulag saman við Gunnari Hoydal, tí tá føldi tú teg so framligan”.

Vit eru grannar, Zacharias er altíð blíður og fyrikomandi, ein heilsan ella eitt lítið prát, tá vit hittast . Zacharias er friðarligur maður, tað er við penslinum, at hann sigur tað, sum sigast skal. Tað er pensilin, sum er hansara rødd.

Listafrøðingurin Inger Smærup Sørensen sigur í formælinum í bólkinginum frá 2006:

“Á ótrúligan hátt hevur tað eydnast Zacharias Heinesen at samantvinna dygdir úr altjóða modernismuni við føroysku siðvenjuna og tað hevur eydnast honum at gera tær til ein natúrligan part av tí, sum vit í dag nevna tað føroysku myndina. Hansara innliman av hesum- at síggja til fremmandu pørtum, tvingar okkum at víðka og kanska endurnýggja okkara áskoðan um ta føroysku myndina.”

Tá eg í seinastu viku spurdi teg, hvønn týdning myndevnið hevur, segði tú, at tað líka sum liggur í hondini, tey eru afturvendandi, men ikki altavgerandi, tey hava ikki størri týdning enn litirnir, flatirnar og samansetingin í sjálvum sær.

Tað byrjar við eini skitsu, eini skitsu av einum landslagi, tað kann vera Hattarvík ella Mykines ella útsýninum oman yvir Havnina. Tað er henda skitsan , sum verður til eina mynd í arbeiðsstovuni.

Arbeiðsstovan, sum liggur í friði niðaneftir í ovara endanum í húsinum hjá tær, har takið líðandi tekur seg upp í ljósið yvir býin og fjørðin . Tað er í hesi arbeiðsstovu, at tú arbeiðir við samansetingini.

Tú sigur, at tað er ringt at siga nær komið er á mál, tí hjálpir tað at leggja eina mynd frá tær, og bíða nakrar dagar, áðrenn tú hyggur aftur eftir henni. Tá sæst betri um komið er á mál.

Tá eg nevndi fyri tær, at listasøgufrøðingurin Mikael Wiel, í bók síni SEKEL sigur, at tað kanska ikki er so nógv Cézanne, men heldur russiski-franski málarin Nicolas de Stäel, sum tú hevur mála uppímóti, nikkaði tú.

De Stäel verður oftast lýstur sum ein franskur málari av russiskum uppruna. Hansara yrkitíð sum listamálari, var stutt, hon vardi uml. 15 ár. Hann leitaði eftir tí, , sum lá í millum tað figurativa landslagið og tað abstrakta. Hann byrjaði altíð við tí  figurativa landsslaginum, sum ongantíð hvarv heilt úr myndini, hann strembaði eftir at finna veruleikan aftur í abstraktiónini.

Líka sum myndirnar hjá de Stäel, kunnu myndirnar hjá tær við hvørt tykjast abstraktar við fyrsta eygnabrá, men tá tú hyggur nærri, fløðir myndevni fram úr litum flatum og strikum, hús, hav og himmal, tað tykist sum rúmið letur seg upp inneftir og ljósið brennur ígjøgnum.

Eg hugsi at hetta kanska kann lýsa listarligu strembanina hjá Zacharisi.

Á ólavsøku í ár verða 70 ár síðani Zacharias luttók fyri fyrstu ferð á Ólavsøkuframsýningini. Síðani hesa framsýning í 1951 til í dag 2021 hevur Zacharias við íblástri úr stóru verð ríkað okkum við sínum listagávum, hann hevur latið fremmand listarák í sín listaham og givið okkum list, sum eyðsýnt er hansara og bara hansara, men av tí at talan er um stóra góða list eru vit farin at fata ella skilja hetta, sum ein av ímyndunum av føroyskari list. Takk fyri Zacharias.


-
Framsýningin hongur uppi fram til 30. mai og kann vitjast yrkadagar frá 14:00 til 17:00 og sunnudagar frá 15:00 til 19:00.

Hjartaliga vælkomin!



8/4/2021

Zacharias Heinesen í Gamla Seglhúsinum

Picture
Sunnudagin tann 18. apríl 2021, letur upp listaframsýning við Zacharias Heinesen í Gamla Seglhúsinum.

Fernisering verður sunnudagin kl. 16:00 og kemur Hilmar Høgenni at røða.

Umframt lættari ábit og tónleik, verður eisini møguligt at heilsa uppá listamannin sjálvan.

Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, hongur uppi fram til 30. mai og er opin soleiðis:

Mánadag til fríggjadag: 14:00 til 17:00
Sunnudagar: 15:00 til 19:00


Øll eru hjarta vælkomin!

4/2/2021

Februar-framsýningin

Picture
Picture
Picture
Picture
Picture
Picture
Februar-framsýningin er ein søluframsýning, har ymisk listarfólk sína fram sýni verk.

Framsýningin er ókeypis at vitja og er opið soleiðis:

Mánad. - fríggjad kl. 14.00 - 17.00
Sunnudag kl. 15.00 - 18.00

Eisini kann avtalast at síggja framsýningina aðrar tíðir. Bílegg tíð á tel. 217055.



29/1/2021

Listaframsýning Zacharias Heinesen verður 18. apríl

Picture


Sunnudagin 18. apríl kl. 16.00
letur listaframsýning við
Zacharias Heinesen upp.

Nærri kunning seinni!


14/1/2021

Framsýningin er opin í dag til kl. 17

Framsýningin - Helgi Joensen - er opin í dag til kl. 17,
í morgin fríggjadagin 10-17
og sunnudagin 15-18


Hjartaliga vælkomin:)

Picture
Picture
Picture
Picture

12/12/2020

Helgi Joensen í Gamla Seglhúsinum

Picture
Hósdagin 17. desember 2020 klokkan 18:00 letur framsýning upp við verkum eftir Helga Joensen.
Helgi Joensen, sum nú, fyri aðru ferð, fer at sýna fram í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík, er listhandverkari, víða gitin fyri sítt sermerkta tinsmíð.

Gjøgnum árini hevur hann leitað fram ymsar møguleikar og gjørt alskyns royndir við hesum serstaka metali, fingið tinið at tala og gandað fram tær vakrastu vondir Í alskyns íløtum, skálum, stakum og øðrum brúkslutum, relieffum og skulpturum – stundum samansettum av fleiri staklutum. Helgi hevur sýnt list sína fram í týðandi listaskálum víða hvar um lond.

Helgi Joensen er føddur í 1932. Hann er sonur Óla Joensen úr Klaksvík og Oliviu Joensen úr Miðvági.
Helgi hevur eina systur, Dagmar, sum er gift og býr í Norra. Óli og Olivia bygdu sær hús á Ziskatrøð. Tey ovastu húsini á Prestvegi.Óli var skiparalærdur og førdi Fossanes, sum fórst undir Íslandi í 1938.

Olivia var fotografur og hevði atelier við hús.
Eftir at hava mist mannin flutti Olivia við børnunum til foreldur síni, sum tá stóðu fyri sjómansheiminum í Havn. Hon arbeiddi sum fotografur í Gamla Bókhandli og hjápti til á sjómansheiminum.

Soleiðis kom Helgi at búgva í Havn mestu tíðina undir krígnum. Mamman giftist uppaftur við einum norskum sjómanni, Julius,og tey fluttu øll til Norra eftir kríggið. Helgi er útbúgvin verkfrøðingur og arbeiddi fyrstu árini hjá Stavangerflint, sum ger steintoy. Mitt í 70unum gjørdi hann saman við einum øðrum jólaplattar úr tini.

Í 80unum byrjaði hann fyri seg sjálvan og hevur gjøgnum árini havt framsýningar í fleiri stórbýum í Evropa og USA. Helgi hevði í mong ár verkstað og antikvitetshandil í Stavanger. Nú hevur hann verkstað í Norðjútlandi.

Umframt lættari ábit og tónleik, kemur Magna Joensen at røða.

Øll eru hjartaliga vælkomin á gott og sjálvandi mæla vit til at Corona tilmælir eisini verða hildin.

Framsýningin kemur at hanga uppi fram til hálvan januar 2021.

Hjartaliga vælkomin
Picture
Picture

6/11/2020

Heðin Kambsdal í Gamla Seglhúsinum

Picture
Sunnudagin 8. november letur upp listaframsýning við Heðin Kambsdal í Gamla Seglhúsinum.
Fernisering verður klokkan 16:00 og kemur Dávur Winther, mentanarleiðari í Klaksvíkar kommu at røða.

Karl Martin Samuelsen, Eyðun Nolsøe og Jógvan Olsen úr bólkinum Hjarnar syrgja fyri tónleikinum og verður okkurt leskandi og lættari ábit at fáa eisini.
​
Listaframsýningin, sum umfatar 21 oljumálningar, hongur uppi fram til 5. desember.

Framsýningin kann annars vitjast soleiðis:
Yrkadagar frá 14:00 til 17:00 og sunnudagar frá 15:00 til 18:00

<<Previous
Forward>>
    Picture

    Gamla Seglhúsið

    Í teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm.

    Geinasavn

    May 2022
    April 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    April 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    September 2020
    June 2020
    February 2020
    January 2020
    November 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    November 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    April 2017
    March 2017
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    August 2013
    June 2013
    May 2013
    April 2013
    March 2013
    January 2013

    Býtt í bólkar

    All átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt

    RSS Feed

TÆNASTUR

LISTAFRAMSÝNINGAR
BÍLEGG FUNDARHØLI


JÓLABORÐHALD 2022
BÚNAÐARSTEVNAN 2023

TÍÐINDI
UM OKKUM
GRAFIA
© GAMLA  SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 457072 I +298 217055 I