11/4/2016 Listaframsýning - Heðin KambsdalFríggjadagin 15. apríl 2016 letur upp listaframsýning við Heðin Kambsdal í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.
Fernisering verður fríggjadagin kl. 14:00 og kemur Dávur Winther, formaður í Norðoya Listafelag at seta framsýningina. Umframt okkurt lættari ábit, kemur Rani Nolsøe at undirhalda við tónleiki. Listaframsýningin, sum er ókeypis at vitja, hongur uppi fram til 9. mai 2016. Øll eru hjartaliga vælkomin ! --- Heðin Kambsdal er føddur í Fuglafirði 1951. Frá barnsbeini av var Heðin áhugaður í list. Morbróðir Heðin, Símun Johannesen, sum málaði í síni frítíð, var fyrsti íblástur hansara í list. Sum 16 ára gamal var Heðin til eina listaframsýning av Jóannis Kristiansen. Spælið í millum ljósið og myrkrið frá myndunum, sum eyðkennir málningarnar hjá Heðin í dag, er sprottin úr hesi framsýning. Fyrstu myndirnar hjá Heðin vóru blýantstekningar ella evnaðar til við oljukriti. Í 1965 fekk Heðin sína fyrstu oljumálningaútgerð og byrjaði at gera oljumálningar. Útbúgving og arbeiði: Heðin fór í byrjanini av 70’unum til Danmarkar á læraraseminarium umframt at nema sær serkunnleika innan list. Eftir lokna útbúgving arbeiddi Heðin eitt skifti sum lærari í Fuglarfjarða skúla, til leiðin aftur gekk til Danmarkar á musikkonservatorium. Eftir lokna útbygving sum organistur í byrjanini av 90’unum, arbeiddi hann nøkur ár í Danmark sum organistur og kórleiðari. Hesi árini í Danmark helt Heðin áfram við at mála. Hann arbeiddi út frá egnum skitsum og myndum, hann hevði tikið úr Føroyum. Hann sendi málningar til Føroyar millum annað til Ólavsøku-framsýningar og hevði somuleiðis fleiri framsýningar í Danmark. Í 1997 kom Heðin aftur til Føroyar og hevur síðani starvast sum klaverlærari og organistur. Vit á Gamla Seglhúsinum ynskja at takka fyri góðu undirtøkuna til tiltøkini í Gamla Seglhúsinum leygardagin á Torradøgunum og gjørdu okkum dagin minniríkan. Listaframsýningin við Martin Joensen fekk eina serstaka góða byrjan og hummarasølan uttanfyri bleiv dúligani vitjað. Ein serstøk tøkk til kokkin, Kristian í Vági, fyri sera vælsmakkandi hummarasúpan. - Her eru nakrar løtumyndir frá degnum. 19/2/2016 Listaframsýning - Martin JoensenLeygardagin 20. februar letur Martin Joensen upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum. Fernisering verður kl. 14:00 og kemur Signhild V. Johannesen, forkvinna í metanarnevndini hjá Klaksvíkar Kommunu, at røða. Martin Joensen, sum eisini er sera dugnaligur tónasmiður, kemur sjálvur at framføra egin løg og borðreitt verður við jomfrúhummarasúpan. Framsýningin hongur uppi fram til 18. mars og er ókeypis at vitja. Øll eru hjartaliga vælkomin! Opið er soleiðis: Leygardagin 20 februar frá kl. 14.00 til kl. 19.00 Sunnudagin 21. februar frá kl. 14.00 - 19.00 Mánad. - fríggjad kl. 14.00 - 17.00 Sunnud. kl. 14.00 - 18.00 1/1/2016 Listaframsýning - ARNOLD VEGGHAMARSunnudagin 3. januar 2016 letur upp listaframsýning við Arnold Vegghamar.
Fernisering verður sunnudagin kl. 15:00, og Karstin Olgar (Oggi) Lamhauge kemur at røða . Umframt lættari ábit og okkurt leskandi, verður møguligt at hitta listamannin sjálvan og annars njóta framsýningina. Hans Andrias Jacobsen syrgir fyri tónleikinum. Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi allan januar mánaða og eru øll hjartaliga vælkomin at vitja. Gott nýggjár ! Opið er soleiðis: Sunnudagin 3. Januar: Fernisering kl. 15 Mánad. - fríggjad kl. 14.00 - 17.00 Sunnud. kl. 14.00 - 18.00 Velkommen til denne udstilling i Gamla Seglhúsið med nye værker af Edward Fuglø fra i år og i fjor. Hermed følger dette nye udstillingssted op på sin løbende visning af færøsk kunst med en udstilling af Klaksvíks egen berømte søn. Edward Fuglø har sin helt egen profil i færøsk samtidskunst både stilistisk og indholdsmæssigt, og han er hele tiden i færd med at udvikle og nuancere sit kunstneriske udtryk. Denne gang har han således løsnet sin ellers stramme malemåde til fordel for en lidt mere skitseagtig. Og det fungerer - sammen med en lidt ny og frækkere blå! I sit kunstneriske udgangspunkt knytter Edward Fuglø sig til noget så ufærøsk som europæiske surrealisme og den amerikanske popkunst. En af Edward Fugløs vigtigste inspirationer er således den underfundige belgiske surrealist René Magritte med hans stilfærdige og næsten troskyldige brud på virkeligheden. En anden af Fugløs helte er amerikaneren Jeff Koons med hans dyrkelse af det banale i form af lækker kitsch. Ellers trækker Edwards kunst i vidt omfang på popkunstens budskab om reklame, fotografi, skiltning og tegneserie som materiale til kunst for et forbrugersamfund. Kunstnerens omfavnelse af popkunsten er ikke uden sammenhæng med hans uddannelse som designer. En designer, der arbejder som layouter, skal formidle et budskab, og indholdet, fortællingen, er derfor også central i Edward Fugløs kunst. Det er en fortælling, der oftest handler om færøsk identitet i en globaliseret verden og om naturen som resultat af menneskets manipulering og dermed som en ny, pervers og truende unatur. Den moderne verden har invaderet vores tilværelse, og som et yderligere signal om den nye strømlinede kultur bruger Edward Fuglø det allestedsnærværende engelsk i sine titler. Edward Fugløs titler er altid gennemtænkte, pointerede og elegante. De giver en uundværlig drejning og perspektivering af det billedlige udsagn. Helheden af titel og billede er derfor aldrig underordnet et klart aflæseligt indhold eller en bestemt mening. Selvom hans billeder kan ligne en rebus, er de langt fra en sådan mekanisk gåde. Det forhindrer den fantasi, idérigdom og ikke mindst humor, der ustandselig bobler ud af Edwards hoved. I malerierne på denne udstilling står ægget, nærmere bestemt lomvieægget, i centrum, og det er jo en størrelse, der på en gang er enkel i sin form og mystisk i sit indhold – vi ved jo dybest set ikke, hvad der gemmer sig inde bag skallen. Ægget synes således at rumme en vældig kraft i maleriet Super Egg, der er omgivet af en aura af stråler, men mon kraften er så positiv, når nu helheden minder om skilte om strålefare – eller den japanske krigsmarines flag under 2. Verdenskrig? Og man kan vel også blive urolig over, hvad der i billedet Splash får lomvieæggets sorte tegninger til at sprøjte ud i rummet som tynde olielignende stråler. Er det indledningen til en eksplosion, vi er vidne til? Endnu et æg, der danner par med et sort-gult mønster i minimalistisk stil, har fået erstattet sine tegninger med dette stribede faresignal. Cracking er titlen, og det nok skal forstås i mere end én forstand. Flere af æggene indgår i en sammenhæng med kæmpefugle med bittesmå hoveder med spidse næb, der undertiden er åbnet i et skrig. De er i familie med de harpyrier, dvs. halvt fugle, halvt kvinder, som også befolkede Edward Fugløs kunst for et par år siden med inspiration fra den græske mytologi. Dengang var fuglekvinderne forsynet med læder og stiletter – i et enkelt af billederne på udstillingen her stikker en spids sko da også frem. Det kvindelige element er dog også til stede i titlen på et par af billederne her. Eggnymph hedder de, og kæmpefuglenes uhygge bliver også understreget af, at de vokser ud af det færøske landskab, således at den grønne li danner kroppen. I et par andre malerier er landskabet begrænset til et hav med høj horisont, hvor fuglene på forskellig vis vogter mægtige æg. Billedernes titel er da også Protector, men beskyttelsen rummer jo nok så meget besiddelse og magt. Som kunstner er Edward Fuglø ikke blot maler, han arbejder også med foto, skulptur og installationer, og det er faktisk her han har skabt nogle af sine allerbedste værker. Et af dem er de 10 relieffer med scener fra Jesu liv, der udsmykker mødesalen i Christianskirken her i Klaksvig. Typisk for Edward Fuglø indgår der i reliefferne en genistreg af et koncept. Det består i, at reliefferne rummer genstande, han har modtaget fra folk i Klaksvík og omegn netop for at indgå i værkerne som kommentarer. Takket være disse hverdagsgenstande får relieffernes store historie om Jesu liv og lidelse, også en lokal dimension og betydning, der ofte er rørende og bevægende, således at helheden bliver endnu mere vedkommende for publikum. Der var imidlertid så mange ting, kunstneren modtog, at de ikke alle kunne indgå i reliefferne, og han har derfor skabt et værk på 16 skulpturer bestående af disse genstande, der som elementer i en billeddannelse kaldes ”ready-mades”. Værket har fået navnet Relikvium, der oversat fra latin blot beyder efterladenskab, men som mest peger på en genstand fuld af overnaturlig kraft – en del af en hellig genstand eller legemsdel fra en hellig person. Her består relikvierne i symboliseringen af en række kristne begreber og historier: Syndefaldet, Noahs ark Jakobsstigen, Mætningen af de 5000 i ørkenen, Kamelen og nåleøjet, Den der kaster den første sten, Lammets blod, Det syvende segl o.a. Som egentlig symboler skal de 16 ”ready-mades” i modsætning til malerierne pege på et bestemt indhold, og atter og atter bliver man målløs over den idérigdom, fantasi, eftertænksomhed og humor, der efter min mening er Edward Fugløs adelsmærke som kunstner. Tillykke med udstillingen både til Edward Fuglø og Gamla Seglhúsið. Og et lidt forsinket tillykke til Klaksvík for dette nye og tiltalende udstillingssted. Nils Ohrt Listasavn Føroya Myndir frá ferniseringini: 1/12/2015 Listaframsýning - EDWARD FUGLØAllan desember mánaða er listaframsýningin við Edward Fuglø at síggja í Gamla Seglhúsinum,
Klaksvíksvegur 48, í Klaksvík. Framsýningin er opin soleiðis: Mánad. - fríggjad kl. 14.00 - 17.00 Sunnud. kl. 14.00 - 18.00 Tunnilsdagin er tó opið frá kl. 10.00 - kl. 18.00 Tað er ókeypis at vitja og øll eru hjartaliga vælkomin. 2/11/2015 Listaframsýning - Øssur MohrAllan november mánaða er forvitnislig listaframsýning við Øssur Mohr í Gamla Seglhúsinum. Talan er um eina søluframsýning við 26 oljumálningum. Framsýningin á Gamla Seglhúsinum er opin fram til 27. november 2015 og er framsýningin ókeypis at vitja. Opid er soleiðis: Mánadag - fríggjadag kl. 14.00 - kl. 17.00 Sunnudag kl. 14.00 - kl. 18.00 Hjartaliga vælkomin! Myndir frá ferniseringini Skrivað hevur: Olivur Joensen Millum annað hetta, segði forkvinnan í mentamálaráðnum í Klaksvíkar Býráð, Signhild Johannesen, í røðu síni við ferniseringina á Gamla Seglhúsinum í dag, í samband við framsýningina hjá Øssuri Mohr. Røðan hjá Signhild: Øssur Mohr Klaksvík er við tíðini vorðin ein meira opin karmur fyri skapandi list. Umframt árligu Norðoyastevnuframsýningina og onkrar framsýningar í Spaniastovu, er hetta húsið - Gamla Seglhúsið - seinastu fáu árini blivið ein fastur karmur um myndaframsýningar. Higartil í ár hava verið 10 myndaframsýningar við listafólki ymsastaðni úr landinum. Hesir karmar geva okkum norðoyingum høvi at síggja eitt størri og breiðari úrval av myndlist. Í dag fáa vit vitjan av einum listamanni, sum myndar sínar málningar við tí, sum fyri føroyingar er ein samleiki, ein samleiki har flest allir føroyingar kenna seg aftur. Náttúran og føroysk bygdaløg, klødd í føgrum og sterkum litum. Við útsýni frá Gjógvará har luft, hav, fjøll og litir hava inspirerað listamannin, kann tað, hann letur úr hondum, ikki annað enn blíva gott. Øssur Mohr, kendur sum tann fitti og lítilætni fuglfirðingurin, ið málar við støði í Fuglafirði, Ritafjalli ella Lorvíksfjalli og nærumhvørvinum har um leiðir. Flottir litfagrir málningar, har kanturin við tíðini er vorðin meira fjarur - sum ein endaleysur dreymur, ið boðar gleði, yvirskot og frískleika, og allíkavæl ikki er tann ævigi sannleikin upp á lívið. Men har hvør einstakur hevur frítt at velja frælst. Øssur fór í læru hjá Esmar Simonsen í Fuglafirði fyri mongum árum síðan. Væl dámdur sum tann fyrikomandi krambakallurin og goymslumaðurin, sum visti alt um bil- og maskinlutirnia, ið har vóru at selja. Men hóast tað fylti pensilin so mikið nógv, at tú fult og heilt valdi at mála, og slepti trygga arbeiðnum hjá Esmar Simonsen, tú valdi at fylgja dreyminum. Og tíbetur, uttan teg hevði myndlistaheimurin í Føroyum og aðrastaðni við verið fátækari. Tú ert í dag, meira enn nakrantíð, tín egni harri, við egnum stíli og hevur nú vunnið tær eitt navn í listaheiminum. Byrjaði í tí smáa sum ungur í fimleikarhøllini í Fuglafirði í 80-unum. Har eggjaðu m.a. Frits og Heðin tær til at halda fram. Síðani hevur tín listaferð bara hildið fram, og tú hevur sýnt fram víða um, bæði á Listasavninum, men serliga nógv á St. Gertrud og nógva aðrastaðni í Danmark, Týsklandi og Hálandi. Vit her norðuri fegnast um allar tær mongu vitjanir av listafólki og onki undantak er í dag. Vit fegnast um møguleikan at síggja, merkja og koma við á tínar dreymaferðir, sum liggja í tínum listaverkum, væl úr hondum greidd. Vit fáa møguleikan at ferðast saman við tær og samstundis møguleikin at fara á okkara egnu ævintýraferðir. Ferðir, sum bara kunnu upplivast av tí einstaka, og orðini ikki eru til. Bara kenslan av at vera til staðar, gevur okkum upplivingina. Tað er hugnaligt, fjálgt og gott at stíga inn higar ein heystardag, summarið er farið framvið, bløðini fallin, dagurin mist sín brodd, men samstundis kunnu vit njóta og droyma okkum burtur úr tí dagliga resinum og inn í hesar litføgru heimligu myndirnar og bara verða, verða til staðar, njóta dagin ella løtuna. Løtuna, sum er ein av fleiri. Lívið er samansett av løtum, stórum og smáum løtum, góðar og minni góðar. Hetta er ein av teimum góðu smáu løtunum. Øssur - vit bjóða tær og tínum hervið vælkomnum til Klaksvíkar, og ynskja tær hepna hond við framsýningini. Vóna, at tú fert at kenna teg væl her, og at tú eisini brúkar møguleikan at uppliva okkara bý og oyggjar. Hjartaliga vælkomin. Við hesum fáu orðum er listaframsýningin hjá Øssuri Mohr latin upp, og vit fáa nú høvi at njóta løtuna. Signhild V. Johannesen, Mentanarnevndin, forkvinna http://www.nordlysid.fo/klaksvik+vordin+meira+opin+karmur+fyri+skapandi+list.html Mikudagin 28. oktober letur upp listaframsýning við Øssur Mohr. Fernisering verður kl. 16:00 og kemur Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar Kommunu, at flyta fram røðu og kemur Hans Andrias Jacobsen eisinin at syngja og spæla. Umframt lættari ábit og okkurt leskandi, verður eisini møguleiki at heilsa uppá listamannin. Talan er um eina søluframsýning, sum kemur at hanga uppi til síðst í november mánaða. Tað er ókeypis at vitja og er framsýningin opin yrkadagar frá 15:00 til 17:00 og sunnudagar frá 14:00 til 18:00. Øll eru hjartaliga vælkomin! |
Gamla SeglhúsiðÍ teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm. Geinasavn
April 2024
Býtt í bólkarAll átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt |
TÆNASTUR
© GAMLA SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 217055 I +298 227072