Gamla Seglhúsið
  • Listaframsýningar
  • Útleigan av hølum
  • Jólaborðhald
  • Rivjakvøld
  • Samband
  • Nýtt
  • Listaframsýningar
  • Útleigan av hølum
  • Jólaborðhald
  • Rivjakvøld
  • Samband
  • Nýtt
Search by typing & pressing enter

YOUR CART

1/9/2020

Eyðun av Reyni sýnir fram í Gamla Seglhúsinum

Picture
Sunnudagin 6. september letur upp listaframsýning við 18 oljumálningum hjá Eyðun av Reyni í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

Fernisering verður klokkan 17.00 og kemur Helgi Fossádal at røða. Umframt tónleik og lættari ábit verður eisini møguligt at heilsa uppá listamannin sjálvan.

Vit gleða okkum og bjóða øllum hjartaliga vælkomin.

Framsýningin hongur uppi allan september mánaða og er opið soleiðis:

Mánadag til fríggjadag kl. 14.00 - 17.00 og sunnudag frá kl. 1500-17.00

22/6/2020

Røða: Silja Strøm í Gamla Seglhúsinum - Fernisering

Picture
Picture
Picture
Góðu tit øll
Hóast myndirnar kring okkum hava eitt øðrvísi og eksklusivt brá, so snúgva tær seg ofta um tað vanliga ella kanska tað óvanliga í tí vanliga. Eins og fabulerandi prentini hjá Elinborg Lützen eru hetta eisini myndir, ið siga søgur. Men har søgurnar hjá Elinborg eru tætt vovnar úr myrkri, eru hesar hjá Silju teknaðar á ljós, tær eru opnar við abstraktum strokum og tómrúmum við plássi hjá okkum áskoðarum at vinkla frásøgnina og knýta søgurnar saman.

Listakvinnan Silja Strøm er við sínum 33 árum lutfalsliga ung, men er allíkavæl ein roynd listakvinna, sum sera tíðliga hevur sett sær greið listarlig mál, sum hon støðugt mennir. Hesin seriøsitetur hevur sera tíðliga givið henni uppmerksemi eitt nú á skúlanum í Glasgow, har hon gekk, og nú hava almennu Føroyar gjørt íløgu í hennara list við listafólkaløn, sum tryggjar henni arbeiðsfrið komandi trý árini.

Sjálvt um verkini broyta seg, er okkurt støðugt í listaheiminum hjá Silju. Nógvastaðni snýr tað seg um viðurskifti millum menniskju, lutir og umhvørvi, men eisini millum bæði formligar og innihaldsligar myndaliðir. Tað kann vera viðurskiftini millum figur og grund, millum figur og figur, millum figurativt og abstrakt, millum tekning og málarí, tað spontana og stýrda, intimt og ópersónligt, millum ílatið og úrlatið, hátíðarligt og banalt, millum einstakling og samfelag.

Jú, tað er ringt at koma uttanum mótsetningar, tá vit tosa um hesa listina. Hon hevur okkurt estetiskt og fínligt yvir sær, men er samstundis sosial og demokratisk av lyndi við javnsettum myndaliðum. Í summum førum fer Silja útum tað fýrkantaða myndaformatið og tekur harvið atlit til samanhangin við onnur verk í framsýningarheildini. Her er eisini samanhangur millum abstrakt og figurativt. Fleiri staðni er tað eins og abstraktir myndaliðir blanda seg uppí søgurnar, ið verða sagdar – tað kann vera í skapi av einum figuri ella eins og málingastrok, ið knýta saman myndaliðir. Eg eigi sjálv fleiri verk hjá Silju og eg má siga, at tað er áhugavert at hava hesi hangandi, tí søgurnar broytast og flyta seg í huganum yvir tíð.

Litirnir í myndunum eru vakrir, næstan lekrir. Kring glitrandi reinar grundlitir bylgja brigdi av strálandi ljósagulum, ljósagrønum, turkis og ljósareyðum litfarrum í eini lýsandi heild. Hesir pastellitirnir sýnast næstan kunstigir og víkja frá litdáminum í siðbundnu náttúrutulkandi føroysku listini. Bylgjandi strikan kring kropparnar, ið flóta runt á myndaflatanum minnir um mátan, sum Matisse teknaði sínar figurar. Hetta er ein nokk so coolur máliháttur í einum fløtum myndarúmi við stiliseraðum  strípum og mynstrum í aldum, flisum og stólum, ið minnir um popplistina hjá Hockney. Samstundis tykist listaunirversið hjá Silju passionerað og ævintýrikent við verum, sum antin nerta hvønnannan ella rætta seg út móti hvørjum øðrum. Onkra av hesum myndunum sá eg á fyrsta sinni fyri hálvum øðrum ári síðani, tá framúrskarandi framsýningin Listaleikir hjá Silju Strøm læt upp í Listasavni Føroya, m.a. ta fínu lítlu ljósareyðu myndina av einum lógvataki. Eitt og eitt hálvt ár er ikki long tíð og kortini fati eg hesar myndir heilt øðrvísi, tá eg síggi tær í Gamla Seglhúsinum í dag. Eitt lógvatak. Eitt klemm. Eitt herðaklapp. Øll møgulig fysisk tekin, sum vit hava brúkt til tess at sýna hvør øðrum virðing og viðurkenning – tey eru ikki sjálvsøgd í løtuni.

Til framsýningina Listaleikir í Listasavninum var eitt katalog givið út við tekstum og myndum. Her lýsir Josie More søguna um heimin at vera søguna um at nema. Ein inspirerandi tekstur, sum ikki er vorðin minni áhugaverdur post corona – ella millum corona? Eg siteri “Á henda hátt og á annan hátt er søgan um heimin søgan um at nema. Tað er ein goymsla, sum skrásetir kraftina í nemingini at umskapa, ein endaleys læra um lutir, týdningurin at vera mildur, hava umsorgan; ein áminning um at hugsa um tað, vit gera. Hesar smædnu nándir, hesin sjáldsami nærleiki; henda søgan um at nema, flá oman á flá, handabragd eftir handabragd. Halda og sleppa. At innihalda og skapa. Tað er soleiðis ein heimur er evnaður til.”

Soleiðis skrivaði altso Josie More í kataloginum fyri tveimum árum síðani, tá vit øll tóku nærleikan fyri givið. Tað gera vit ikki meira – eg veit ikki hvussu tað er her um leiðir, men í Havn hava fólk verið óvanliga blíðskortað seinastu tíðina. Eg haldi, at vit kollektivt umseta tørvin at nema yvir í smíl og hesi fevna breiðari enn tey plagdu.

Listaverkini hjá Silju Strøm skulu tit sleppa at gera tykkara egnu fatan av – ella tykkara egnu søgur. Men gevið tykkum tíð. Júst sum við myndunum hjá Elinborg Lützen eru hesar myndir fullar av søgum. Allir figurar, litir, lutir og skap skapa teirra týdningar og hjátýdningar, fyrst er tað luturin í sjálvum sær, síðani allar tær upplivingar, vit hava, sum ávirkar okkara fatan av honum. Verkheitini eru ein søga fyri seg, summi klinga skaldsliga meðan onnur eru meira neutralar lýsingar av hvat gongur fyri seg á myndunum, t.d. Swimming studies – hetta sipar eisini til stóra áhugan, listakvinnan hevur fyri svimjing – hon luttók í svimjikappingum á elitustøði, tá hon var yngri, og fleiri av hesum kappingum vóru her í Klaksvík hevur hon fortalt mær. Eg fari at enda við eini heilsan frá Silju. Hon skrivar:

Bara ein heilt stutt heilsan úr Skotlandi. Tað er spell, at tað ikki ber til hjá mær at vera til staðar, men eg sendi eina skál og vóni, at støðan her broytist, so at vit eisini skjótt kunnu samlast og vera saman. Hopi tit hava eitt hugnaligt kvøld. – Silja

TAKK FYRI
Kinna Poulsen  




21/6/2020

Silja Strøm í Gamla Seglhúsinum

Picture
Picture
Skrivað hevur: Dávur Winther
Myndir: Dávur Winther

Í dag kl. 17 læt upp forvitnislig listaframsýning við verkum eftir listakvinnuni Silja Strøm í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

Silja, sum hevur havt sítt listarliga lív í Føroyum, Onglandi og Skotland, fær frá so mongum - og eisini frá faknevndini innan myndlist - góð ummælir:

“Silja Strøm vísir í síni myndlist evni at arbeiða leitandi og reflekterandi, har filosofiskir, samfelagsligir og eisini humoristiskir vinklar, mangan eru flættaðir saman. Hennara serligi áhugi í málningalistini, og hennara vitan og leitan innan hendan miðil, gevur hyggjaranum eina heilt serstaka uppliving, har hon eisini heilt konkret víðkar um málningalistina sum fyribrigdi, við at arbeiða í fleiri dimensiónum”.

Teitur Lassen spældi og sang egin løg, áðrenn og eftir at Kinna Poulsen læt sjálva framsýningina upp við vøkrum orðum um listakvinnuna, sum hon eisini samanbar nakað við okkara Elinborg Lützen.

Væl av fólki møtti upp til ferniseringina – helst einamest uttanbíggjarfólk. So tað er at fegnast um, at hesi serligu høli kunnu hýsa eini so mætari framsýning, sum hesi.

Sjálv var Silja í Skotlandi og fylgdi við tí, sum fyri fórst á stroyming, ið mamma hennara, Gyðja skipaði fyri umvegis fartelefonina. Til tíðir var tað so áhugavert hjá Silju, at hon hevði hug at snakka uppí eisini.
Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen á sínum Facebook-vanga:

”Fantastiskt stað - Gamla Seglhúsið.
Framúr røða. Framúr tónleikur.
Og so listin hjá Silju sjálvandi.
Ein góð uppliving”!

Ein áhugaverd og serliga framsýning, ið sanniliga er eina vitjan verd!
Framsýningin við Silja Strøm í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík er opin fram til 31. juli.


7/6/2020

Listaframsýning við Silju Strøm í Gamla Seglhúsinum

Picture
Sunnudagin tann 21. juni kl. 17.00 letur upp lista framsýning við verkum eftir listakvinnuni Silja Strøm í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík

Trý listafólk eru vald til Listafólkalønir í ár. Nevndin hevur tikið avgerð um at veita trimum umsøkjarum listafólkaløn í trý ár til burturav at arbeiða við yrkislist innan sjónleik, bókmentir og myndlist.
Og í grundgevingin frá faknevnd innan myndlist til Silju Strøm ljóðar m.a. soleiðis:

Silja Strøm vísir í síni myndlist evni at arbeiða leitandi og reflekterandi, har filosofiskir, samfelagsligir og eisini humoristiskir vinklar, mangan eru flættaðir saman. Hennara serligi áhugi í málningalistini, og hennara vitan og leitan innan hendan miðil, gevur hyggjaranum eina heilt serstaka uppliving, har hon eisini heilt konkret víðkar um málningalistina sum fyribrigdi, við at arbeiða í fleiri dimensiónum.
Silja Strøm er ein heilt serlig listakvinna. Hennara verk eru í føroyskum høpi unik og nýskapandi og rúma stórum potentiali. Tí meta vit, at hon sum listakvinna, vil hava stóra nyttu av tí arbeiðsfriði, ið henda listaløn gevur henni”.


Umframt listina hjá Silju Strøm, kemur nokk ein tann fremsti tónleikaúrmælingurin Teitur Lassen at syrgja fyri tónleikinum og listfrøðingurin Kinna Poulsen kemur at røða.

Vit gleða okkum og bjóða, hjartaliga vælkomin øll somul

23/2/2020

Litføgur og glað framsýning

Picture
Skrivað hevur: Dávur Winther

Ikki eiti á framsýning – litføgur og glað! Tað komu eisini hópin av fólki at skoða, heilsa uppá listamannin og ikki langa løtu eftir at ferniseringin var av við røðu og tónleiki frá størsta parti av Hjarnar, var meginparturin av framsýningini seldur.

Ein framúr góð framsýning!

Galma seglhúsið er eisini sera væl egnað til endamálið og vertsfólkini Jastrid og Símum eru tikin í leikum til slík høvi – duga at varta upp og borðreiða við góðum kjøti úr Hattarvík.

Framsýningin er opin fram til 25. Mars.

Niðanfyri er brot úr røðu, sum var hildin, tá ið listaframsýningin lat upp.

Frits í Gamla Seglhúsinum
Góði Frits!
Vælkomin til Klaksvíkar enn eina ferð á tínum mongu listaferðum higa!

Her, sum eg veit at tær so væl at vera og koma.

Tú tekur so oftani til, “Ongastaðni sum í Norðoyggjum finnur tú so nógv listafólk – skrivandi fólk, listamálarar og tónleikarar – og so plagar tú at taka í eina langa ramsu, sum byrjar við Waagstein, Glerfoss, Hans Hansen, Fridtjof, Fridu, Elinborg, Edward og Archibald – Símun av Skarði, Símun Petur Zachariasen, Bernhard Brim og øll hini. Best at halda uppat at nevna nøvn, tí eg gloymi ov nógv eftir leiðini.

Tað er helst eisini nakað romantiskt og hábarsligt við at ferðast – at flyta seg.

At flyta seg í annan stað. Tú minnist frá ungum, tá ið bíðað varð norðuri í kaihúsinum hjá Meingahardi á Gulldrangi eftir Barskor og Polaris.

Tá ið tú skuldi fara til Oyndafjarðar til ættarfólk tíni har – ella tú skuldi til stórbýin við stóra sjúkrahúsinum og Damernes Magasin hjá Kjølbro – og so allir hinir handlarnir, sum høvdu ljóðføri ella plátur. Ja, tá vart tú rættiliga komin til stórbýin.

Frits vaks upp norðuri á Bakka í Fuglafirði, ein aldingarður dygst við Stóru brúgv og kaiina, har hann hevur sæð mong skip siglt út og inn, og eina fjøld av fólki farið oman og niðan um hetta lendið.

Her var ofta farið at siga faðirinum farvæl – ella her stóð Frits og bíðaði, tá ið Ólavus Halgi kom aftur av longum ferðum.

Beint omanfyri stóð Bólsteinur prýðiligur og erbarur við myndugleika. Hann kundi verið íbygdur, men tað, sum vell út úr honum, fekk huga tín at reika.

Hann gjørdist bjargalendið, sum Frits vildi vinna á. Tí sat hann ofta ovast á honum og helt sínar røður, ella bar fram hugleiðingar sína um, hvussu hesin heimur kundi verið annarleiðis, júst sum Sigert í Kirkjubø – ikki tí tú var ikki ein krevjandi unglingi. Hjá tær var hetta lítla økið himmiríki á jørð.

Fjøran - líka Heim á Sand, Heim á Oyrina er ein íblástur í dag hjá penslabørnum tínum, har marmennlar, saman við mannakroppum, veðrum og neytum, sum hava útikonsert á hesum lendi.

Flyglið hevur latið seg upp, og í hesum tónleikadammi liva lívførir tónleikarar, sum eisini hava útikonsert.

Hálvir skjóldrar og hálva hjólið liva eisini sítt sæla lív á hesari sýning, og málningar við tínum kæru skúlanæmingum reiða sær eisini ból í Gamla Seglhúsinum.

Ja, og krokodillan liggur á knøunum á pianistinum undir konsertini, meðan Pius 15. og talgildu nonnurnar líða á, lítandi at Syðradali x 3 - friðsælt og gott.

Hvat eitur hetta – Kompositiónir? Ævisøgulig sjónarmið? Bygnaðarforvirrilsi? Mynstur hurlivasi? Rumbul, Ruðuleiki, Vas, Fløkja, ella Brongl?

Eg veit ikki! Mær nýtist heldur ikki eitt háfloygt heiti ella hugtak á hetta! Til hvørja mynd hoyrir ein long søga – eingin av tínum málningur er málaður av tilvild.

Tað er stuttligt at fylgja tínum hugflogi, sum er uttanfyri tað “normala”, og ikki kann setast í bás. Og júst hetta; saman við tínum litavali, er tað, sum ger hyggjaran glaðan.

Myndevnini eru óendalig, tí tú ferðast so víð – um ikki fysiskt, so í hugaheiminum, sum ikki liggur stillur – heldur ikki tá ið tú svevur:
Marmennlar, krokudillu, tupilakkar, veðrar
Útikonsertir, manskór, unglingakonsert, Pius 15., talgild nonna, kardinalar, Næmingar, sum tú elskar yvir alt, teldur, konsert á Skarðinum, í haganum og aðra staðni við, hálvir skjóldrar, sum tú letur okkum byggja liðnar í dulviti okkara – sama er við hálva hjólinum.

Altarborðið, sum tú hevur málað oftani, men hesaferð úti – Ja, hví ikki tað – her er kanska talan um tann nækna sannleikin?

Alt eygleiðingar - leiðingar úr heimligum umhvørvinum ella tikið úr tínum leikandi lætta hugflogi, ið er sum hjá fáum.

Góði Frits – tú ert so fittur, hjartaligur, lítillátin og gávumildir!
Tað siga tínir málningar! Tí eru øll so góð við teg – ella vilja sleppa at vera góð við teg!
Tá ið tú so kennir Frits, sannar tú skjótt, at so er! – málningarnir lúgva ikki.
Og tí er tað torført at vísa tær takklætin nóg stórt!
Góði Frits, tú ert sum vínið – tú gerst betri við árunum! (75 ár)
Hetta er ein av tínum heilt framúr sýningum!
Tú hevur flutt teg! Tú flytir teg enn!
Tú ert ein ótømandi kelda – virkin og eldhugaður!
Okkara felags vinum PMP kvøður í einum av sínum yrkingum:

Eg tekti teg í tokutámi
í grønu gjót við gjáargarð,
eg sá teg lita lot á lørift
og ælabogan, sum hann var.
Ein grønan gulan gudagand
har handahógv og hulduhegni
sær settu lit og ljós í bland
ígjøgnum mjúka mjørka-regnið.
Gudagivin glæstriglæma,
foldarinnar fína fleyr,
seg upp á tín málning ama,
listarlívsins sevjuseyr.
Takk fyri!
- -
Framsýningin er opin mánadag til fríggjadag frá klokkan 14:00 til 17:00 og sunnudagar frá klokkan 15:00 til 19:00.

Myndir: Dávur Winther

21/2/2020

Frits Johannesen í Gamla Seglhúsinum

Picture
Leygardagin 22. februar kl. 16.00 letur listaframsýninginvið Frits Johannesen upp í Gamla Seglhúsinum.

Umframt lætt ábit og onkrum leskandi, flytir Dávur Winther fram røðu og eisini er tónleikaframførsla. Møguleiki er at hitta listamannin sjálvan og njóta framsýningina,
sum hongur uppi fram til 25. mars.
Framsýningin er ókeypis at vitja og øll eru hjartaliga vælkomin!
Framsýningin er opin:
Leygardagin 22. februar: Fernisering kl. 16.00.
Opið til kl. 19.00.
mánadag til fríggjadag frá 14:00 til 17:00
og sunnudagar frá klokkan 15:00 til 18:00.
http://www.gamlaseglhusid.fo

26/1/2020

Arnold Vegghamar í Gamla Seglhúsinum

Picture
Picture
ARNOLD VEGGHAMAR Í GAMLA SEGLHÚSINUM
Í dag lat upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum, har listamálarin Arnold Vegghamar sýnir fram 33 dygdargóðar málningar.

Rættuliga fitt av fólki hevði leita sær oman á Klaksvíksvegin í rímuliga góða veðrinum í dag. Fernisering var klokkan 16:00 og umframt framúr tónleikaframførðslu frá Hans Andrias Jacobsen, var Hilmar Høgenni komin at røða fyri listamanninum og øllum gestunum.

Røðan hjá Hilmar verður endurgivnin her:

Góðan dag
Fyrst takk fyri innbjóðingina, at siga nøkur orð í dag, nú henda framsýningin hjá skyldmanninum Arnold Vegghamar letur upp. Eg og Arnold eru fermenningar. Langabbi mín var yngsti beiggi langabba Arnhold, so er tað fingið upp á pláss.

Á Heimasíðuni hjá Myndlistafelagnum lýsir Arnold seg sjálvan, sum sjálvlærdan listamálara. Arnold luttók fyrstu ferð á Ólavsøkuframsýningini í 1957 og veturin 1958-59 gekk Arnold á listaskúlanum, sum Listafelag Føroya skipaði fyri . Á hesum listaskúla frálærdu Ingálvur av Reyni, Jack Kampmann og Janus Kamban.

Hóast hesin listaskúlin virkaði stutt, fekk hann stóran týdning fyri føroyska list seinni. Eg kann nevna, at Tommy Arge, Bárður Jákupsson og Tróndur Patursson, sum allir eru ella vóru nøkur fá ár yngri enn Arnold, eisini vóru næmingar á listaskúlanum.

Kom at hugsa um eina søgu, sum ein av teimum segði frá, um tá hann sum heilt ungur lat eina myndi inn til Ólavsøkuframsýningina fyri fyrstu ferð. Hann var smæðin og hevði hug bara at seta myndina í eitt horn og so siga sum minst. William Heinesen hugdi at myndini og helt fyri: “Jú hendan skal við á framsýningina” síðani spyr William: Trýrt tú uppá gud?” Hann dregur eitt sindur á at svara, “jú tað gjørdi hann nokk, hann gekk regluliga í kirkju og hevði eisini verið klokkari onkuntíð”

William spyr hann víðari: “trýrt tú uppá huldufólk?” “Jú” tað helt hann, “tað var í hvussu er meira millum himmal og jørð enn tað sum eyga sær” tá sigur William við hann: “tú skal leggja teg eftir at mála tað ósjónliga, sjónligt”

Í mínum hugaheimi málar Arnold tað ósjónliga, so tað verður sjónligt. Eg havi tað eg minnist vita av Arnoldi og at hann hevur málað, men kanska ikki givið mær so nógv far um hvat og hvussu hann hevur málað, fyrr enn fyri góðum 20 árum síðani.

Tá eg byrjaði at arbeiða á Løgmansskrivstovuni fekk eg eina mynd hjá Arnold á skrivstovuna. Hetta var ein mynd við einum fjalli í baksýninum, og frammanfyri var hagalendi við einum varða. Málningin dámdi mær frá fyrsta degi, minnist meg rætt var hon málað síðst í 80´unum. Sjálvt myndaevni hevur Arnold nýtt ofta og er heiti ofta “á Bláhomrum”.

Teknikkurin er smáir prikkar, ella heilt smá strok í einum meldri av sterkum litum, sum saman geva eina heila, heita, hugnaliga og glaða mynd. Hvørki himmal, fjall, hagi ella varði eru endurgivin í nátúrligum skapi ella liti. Tað er stutt til at hugsa, at hetta er sum ein franskur impressionistur ella van Gogh. Men hetta er fyrst og fremst Arnold. Arnold hevur langt síðani funnið tað, sum nógv listafólk leita alt lívið eftir, hann hevur funnið seg sjálvan listarliga. Vit ivast ikki at verkini eru hansara, tí hann er sín egin.

Myndaevnið er úr nærumhvørvinum hjá Arnoldi. At myndaevnið er “á Bláhomrum” er kanska ikki so áhugavert í sjálvum sær. Tað sum er spennandi, er hvussu myndaevni er tulkað á veg úr hugaheimunum hjá Arnoldi og á løriftið. Eg havi lisið meg til at hetta var ein máliteknikkur, sum Arnold tók til sín í 80’unum og var eitt stórt stílbrot á hansara listaleið. Hyggja vit nærri í heimliga umhvørvinum kundi eg nevnt Tommy Arge, men Arnold brúkar ikki hansara døkka og jarðliga litaval. Um Tommy málaði í mol, so er Arnold í dur -skalanum. Tað er meiri tað lætta og glaða sum kemur fram í huganum, tá tú sært hesa myndina hjá Arnoldi. Myndin hongur ikki longur á skrivstovuni hjá mær, tí í dag er hon partur av føstu framsýningini í Listaskálanum.

Á skrivstovuni hjá mær í dag hongur ein annar málningur hjá Arnoldi, myndin er frá 2006 við heitinum “Fjallið”. Myndaevnið er meiri einfalt, eitt fjall í baksýninum og eitt fjall fremst við tveimum homrum. Vekk eru allir prikkarnir og strokini eru stór og tíðilig. Llitirnir eru vornir færri, og uppá sín vís er myndin vorðin einfaldari, men einføld er hon ikki. Hann er komini uppaftur longri í sínari abstraktón av upprunaliga myndaevninum, fjallið er vorið hansara og rættasta heitið hevði kanska verið eitt fjall.

Eg síggi hesa myndina hvønn dag eg eri til arbeiðis, men troyttur verði eg ikki av henni. Eg verði í góðum lag av myndini. Einfalda myndaevnið, ljósa og glaða litavalið, sum skapa eina heild, sum er ótømandi at hyggja at. Arnold hevur ikki málað fjallið, sum tú og eg síggja tað, men hann hevur gjørt tað til sítt, við at mála tað ósjónliga sjónligt.

Tað er hugalig at síggja at tú málar framvegis og at tú hevur so nógv upp á hjarta listaliga. Góði Arnold til lukku við framsýningini.

Takk fyri


3/11/2019

Rivjakvøld í Gamla Seglhúsinum 9. november

Picture
Leygarkvøldið 9. november 2019 verður skipað fyri Rivjakvøldið í Gamla Seglhúsinum. Lagt verður upp til eitt spennandi rivjakvøld, har matarlepin er beint fram, nevniliga riv úr Eystfellinum, eplir og rugbreyð. Omaná verður Rís a'la mande og kaffi. Harafturat verður okkurt leskandi frá grannanum Føroya Bjór.

Felagssangur, undirhald og møguleiki hjá luttakarum at fortelja onkra góða eisini. Byrja verður kl. 20:00 og vit enda á miðnátt. Pláss er fyri 40 fólkum og neyðugt er at bíleggja pláss í góðari tíð.
Keyp atgongumerki her >>

4/9/2019

Fernisering - Anker Mortensen

Picture
Picture
Picture
Sunnudagin 8. september 2019 letur upp listaframsýning við Anker Mortensen í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

Fernisering verður sunnudagin klokkan 16:00 og Jógvan Skorheim borgarstjóri kemur at røða og guitarúrmælingurin Ólavur Jakobsen syrgir fyri tónleikinum.

Umframt lættari ábit og okkurt leskandi, verður møguligt at heilsa uppá listamannin sjálvan og annars njóta verk hansara.

Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til 11. oktober 2019.

Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, er opin soleiðis:

Mánadag til Fríggjadag frá 14:00 til 17:00
Sunnudagar frá 15:00 til 18:00

Um tað ikki ber til at vitja til ásettu tíðirnar, er møguligt at ringja 217055 (Símun)
og finna eina tíð sum hóskar.


9/8/2019

Fernisering - Tróndur Patursson

Picture
So er tað í dag, at listaframsýningin við Tróndur Patursson í Gamla Seglhúsinum letur upp.

Klokkan 16:00 verður fernisering og kemur Inger Smærup Sørensen listfrøðingur at røða. Rani Nolsøe syrgir fyri tónleikinum.
Umframt lættari ábit, verður eisini møguligt at heilsa uppá listamannin sjálvan og annars at njóta framsýningina.
Framsýningin, sum er ókeypis at vitja hongur uppi allan august mánaða.
Hjartaliga vælkomin og framhaldandi góðan Summarfestival 😊


<<Previous
Forward>>
    Picture

    Gamla Seglhúsið

    Í teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm.

    Geinasavn

    April 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    April 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    September 2020
    June 2020
    February 2020
    January 2020
    November 2019
    September 2019
    August 2019
    May 2019
    September 2018
    August 2018
    May 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    November 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    April 2017
    March 2017
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    November 2014
    October 2014
    August 2014
    July 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    August 2013
    June 2013
    May 2013
    April 2013
    March 2013
    January 2013

    Býtt í bólkar

    All átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt

    RSS Feed

TÆNASTUR

LISTAFRAMSÝNINGAR
BÍLEGG FUNDARHØLI


JÓLABORÐHALD 2022
BÚNAÐARSTEVNAN 2023

TÍÐINDI
UM OKKUM
GRAFIA
© GAMLA  SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 457072 I +298 217055 I