13/12/2021 Fernisering - Eli Smith
21/11/2021 Heðin setti framsýningina hjá AnkerSKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther og Ólavur Frederiksen Hans Erik Olsen úr Heimistovu á Uppsølum var frá ungum árum fiskimaður, førdi síðani skip í nøkur ár, men legðist so upp á land at seyma segl saman við Jógvan Joensen, sum hevði verið í Esbjerg og lært at seyma. Hann var altíð nevndur Jógvan Segl. Hesum greiddi borgarstjórin í Tórshavn, Heðin Mortensen m.a. frá, tá ið hann setti listaframsýningina við Anker Mortensen í Gamla Seglhúsið í dag Eisini, at teir báðir, Anker eru skyldmenn. Anker er bróðursonur Heðin, og er Heðin gubbi hansara. Niðanfyri verður røðan hjá Heðin Mortensen, borgarstjóra endurgivin Góðan dagin øll somul! Og hjartaliga vælkomin til listaframsýning hjá Anker Mortensen. Áðrenn vit koma til sjálvan listamannin, vil eg fyrst takka tykkum, Jastrid og Símun, fyri høvið at koma norður at seta hesa framsýningina í hesum spennandi umhvørvinum. Gamla Seglhúsið er eitt serligt stað, við eini serligari søgu, sum krevur, at nøkur orð verða søgd. Jákup á Dalinum bygdi hetta húsið uml. 1914. Longu í 1916 varð húsið útleigað, og síðani selt seglhúsmonnunum. Hans Erik Olsen úr Heimistovu á Uppsølum var frá ungum árum fiskimaður, førdi síðani skip í nøkur ár, men legðist so upp á land at seyma segl saman við Jógvan Joensen, sum hevði verið í Esbjerg og lært at seyma. Hann var altíð nevndur Jógvan Segl. Í fyrstuni hildu teir til heima á Biskupsstøð, seinni úti í Klaksvíkini, síðani her úti í Víkunum. Teir bygdu sær eitt hús afturat í 1920, tað er tann hvíti bygningurin norðan fyri hetta húsið. Meðan Jógvan Segl tók sær av seglvirkinum, hevði Hans Erik framvegis góðan hug til sjógvin; í 1920´unum gjørdist hann partaeigari í Kvikki og í Sigurfaranum, og reiðari var hann eisini. Rættuligt reiðaravirki byrja teir tó ikki fyrr enn í 1934, tá teir keypa saltfiskahúsið Norðborg og fara at handla. Næstu árini keypa teir í felag Sigurfari, og fleiri onnur skip, og í 1953 varð virkið gjørt til partafelag, sum fekk navnið P/f Joensen & Olsen. Gamla Seglhúsið varð sostatt fyrst nýtt til at seyma segl í, og síðani varð tað handil fram til 1956, tá ið handilin flutti niðan um vegin, í Hvíthús. Gamla Seglhúsið var so goymslubygningur fram til 2005, tá ið Jastrid og Símun Gullaksen keypa bygningin og byggja uppí og ístandseta hann til tað, sum hann er í dag: Karmur um listaframsýningar, fundir, veitslur og annað - eitt mentanarhús, sum vit øll fáa gleði av. Sum eg skilji tað, hava tit bæði ongi beinleiðis ættarbond til Seglhúsmenninar - um enn tú, Símun, ert úr Fugloy – og rættuliga nógvir fugloyingar hava siglt við Seglhúsmonnunum. Men hvat høvdu gomlu seglhúsmenninir sagt, um teir sóu, at tit høvdu málningaframsýningar í Gamla Seghúsinum nú? Teir høvdu sikkurt hugsa sum vit, at eitt og hvørt gott vinnuligt átak byrjar við tí góða hugskotinum. Soleiðis var tað fyrr, og soleiðis er tað eisini í dag. Tykkara nýhugsan er ein íblástur fyri aðrar íverksetar. Ikki minst í dag, nú tað er so modernað, at flyta tað gamla yvir í ein nýggjan samanhang, er tað hugaligt at síggja, hvussu tit hava fingið hendan søguliga bygningin aftur til heiðurs og æru. Listamaðurin Frá seglhúsinum fara vit til listamannin, sum sýnir fram í seglhúsinum í dag! Nú er tað ikki nøkur loyna, at vit báðir Anker eru skyldmenn. Anker er bróðursonur mín, og eg eri gubbi hansara. Eg havi tí havt góð høvi at fylgja honum gjøgnum alt hansara lív. Anker hevur verið serstakur á tann hátt, at aftanfyri listarmannin fjalir seg ein handverkari av Guds náði. Hetta hevur hann m.a. frá abbanum í faðirætt, pápa okkara Eliesar Mortensen úr Trongisvági, kallaður Eli. Hann dugdi væl til hendurnar, var timburmaður og av hegnigastu monnum at smíða. Sum abbin hevur Anker eisini víst serstøk evni at skapa, byggja og umvæla. Hann smíðaði saman við Snorra Dam Jacobsen. Oftani arbeiddu teir uppá at umvæla gomul hús í Havnini, ikki minst úti á Reyni. Hesi serstøku hús krevja eitt serstakt kynstur, og slíkar uppgávur verða ikki latnar hvørjum manni uppí hendur. Listin letur heldur ikki hvønn mann sleppa upp í part. Listin krevur bæði ta handaligu og ta skapandi dimensjónina. Og sum listamaður hevur Anker gott í at breðga, í báðar ættir. Okkara megin er víðagitni og fjølbroytti listamaðurin Bjarne Werner Sørensen. Hann er trímenningur okkara. Og í móðurætt var Gudmund Hentze av Sandi. Gudmund Hentze hevði eisini hesar margfaldu skapandi gávurnar. Hann var bæði málari, grafikari, illustrator og sniðgevi av brúkslist. Tórshavnar Býráð, sum altíð roynir at stuðla listafólki, eigur tíbetur nakrar av myndunum hjá hesum dugnaligu skyldmonnunum hjá Anker. Myndirnar hjá Gudmundi Hentze hanga uppi í móttøkuhúsunum hjá Kommununi, í gomlu húsunum hjá Mitens í Tróndargøtu. Og tær hjá Bjarne Werner Sørensen hanga, tvær á starvsfólkadeildini, og ein á kvøldskúlanum. Um Anker sum listamann kunnu sigast nógv orð. Men tað er eisini hugvekjandi at lesa, hvat ymsu ummælararnir fáa burtur úr listini hjá honum: Sjónligger tað ósjónliga Nils Ohrt sigur í bók síni um Anker Mortensen, at hann roynir at ”sjónliggera tað ósjónliga á lørifti. Úrslitið er ein sameining av vakurleika og anda, sum tó ikki missir fótafestið í veruleikanum.” Jørgen Trap-Jensen sigur, at Anker málar yrkingar. Hann vísir til Ingálv av Reyni, sum segði, at Anker við eyðmjúkum brøgdum kann siga nógv meira, enn onnur gera við stórari veipan. Og nú vit tosa um Ingálv, so sigst tað, at hugurin hjá Anker til málningalistina varð kveiktur av tí stóra málninginum hjá Ingálvi av Reyni, sum hekk í miðgongini í Hoydølum. Anker er føddur í 1961 og gekk í Hoydølum seinnu helvt av sjeytiárunum. Í tí tíðini hevði Ingálvur av Reyni eina nokkso abstrakta periodu.... Og hendan myndin æt “TROLARI”, ein stór dimm abstrakt kompositión. Og tá teir so fóru í fríkorter, so plagdu teir at diskutera um hendan málningin.... Hvussu skuldi man fáa skil uppá hetta? Mundi málningurin venda á høvdinum ella hvat? Men hvussu teir so hugdu og snaraðu sær, so sá eingin av teimum nakran trolara! Næmingarnir skiltu ikki eitt mukk av hesari myndini. Men Anker sá okkurt... og hann hugsaði við sjálvum sær, at hann vildi finna útav hvat tað var. Og fáa okkurt burturúr hesum. Tað var har, og tá, at hann gjørdi av at hann skuldi fara tann vegin, LISTAVEGIN. Anker fór á Kunstakademiið í Pólandi og í Finnlandi at fáa sær útbúgving, og Anker so líkt, fann hann upp á at fara til Grikkalands, har hann búði á eini oyggj saman við nøkrum grikskum munkum. Hetta var so við til, at Anker eitt skifti las teologi - jú hann er, umframt so nógv annað, eisini hálvur prestur! Anker nógv at gera Anker hevur verið ein fjølbroyttur og leitandi listamaður. Hann hevur teknað og málað, myndað, skrætt og klipt. Hann hevur eksperimenterað burtur úr alskyns tilfari. Hann hevur víst, at hann dugdi at loysa seg frá veruleikanum og granska allar smálutir. Og væl hevur gingist. Tí Anker er nógv umbiðin sum listamaður. Herfyri keypti m.a. BankNordik list frá honum til sítt serliga savn, og Anker var eisini ein av teimum, sum bleiv útvaldur at listprýða Glasir. Og ikki at forgloyma nýggju løgreglustøðina, har ein stórur málningur prýðir hølini. Fyri stuttum hevði Anker rættiliga stóra framsýning, á tveimum hæddum, á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Danir nevndu hana ”Maleriets åndelighed”, og áhugin var ovurstórur. Meira enn 5000 fólk vitjaðu framsýningina. Í eini fráboðan skrivaði leiðslan á Norðurbryggjuni tá, at ”tað at standa frammanfyri einum málningi av Anker Mortensen, er sum at uppliva eina kenslu av frælsi, har spjadd og ógreið tekin flóta runt í einum óendaligum og gátuførum universi”. Og so er! Í gongini uttanfyri skrivstovu mína hongur ein stórur málningur hjá Anker. Ferð eftir ferð taki eg meg í at steðga á, hyggja at málninginum, og undrast. Og hvørja ferð setir tað onkrar kenslur og tankar í gongd. Og tað er júst tað, sum góð list kann. Fyri meg er ongin ivi, at talan ikki bara er um fyrstaflokks handverk, men at her eisini er ein andalig dimensjón, sum byggir á Ankersa rótføroysku bakgrund í føroyskari fólkamentan, líka frá sálmasangi og trúarlívi - her kemur teologiin inn í myndina - og til veðurlag og náttúru. Kensluliga veðurlagið Eg haldi eisini, at Amariel Norðoy hevur sagt tað so væl, at ”Anker Mortensen lýsir okkara kensluliga veðurlag”. Apropos veðurlag, er eitt av heitunum, sum Anker ofta brúkar til síni listaverk, eitt orð, vit kenna frá Jóhannesar evangeliinum: ”Vindurin blæsir, hvar sum hann vil!” Og hetta við vindinum eyðkennir eisini Anker. Hann brýtir frá og fer har, sum hann vil, við sínum heilt egna og fjølbroytta stíli. Anker hevur atelier úti á skipasmiðjuni. Har stendur hann og málar. Og so hevur hann greitt frá, at hann gongur inspirasjónstúrar - út í Sandagerð, niðan við ánni, og allan vegin niðan á Kirkjubøreyn. Og so tekur hann veðrið og upplivingarnar við sær heimaftur. So tað ytra landslagið rennur saman við tí innara landslagnum. Vindurin blæsur, og gevur íblástur - til Anker, og til okkum, sum eru so heppin at sleppa at uppliva hansara list. Eg fari at ynskja Anker tillukku við framsýningini, og eg vóni eisini, at tit øll fáa eina stóra uppliving her í avbera hugnaligu hølunum í Seglhúsinum. Við hesum er framsýningin sett. Heðin Mortensen, borgarstjóri 19/11/2021 Anker Mortensen í Gamla SeglhúsinumSunnudagin 21. november 2021 letur upp listaframsýning við Anker Mortensen í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Fernisering verður sunnudagin klokkan 16:00 og kemur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn at røða. Umframt lættari ábit, okkurt leskandi og tónleik, sum Karl Martin Samuelsen og Mikkjal Hvannastein syrgja fyri, verður møguligt at heilsa uppá listamannin sjálvan og annars njóta framsýningina. Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til 16. desember 2021. Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, er opin soleiðis: Mánadag til Fríggjadag frá 14:00 til 17:00 Sunnudagar frá 15:00 til 18:00 Um tað ikki ber til at vitja til ásettu tíðirnar, er møguligt at ringja 217055 (Símun) og finna eina tíð sum hóskar. Víst verður til Almennu tilmælini um reinføri og sosiala samveru https://korona.fo/tilmaeli?_l=fo 26/9/2021 Fernisering - Bárður JákupssonSkrivað hevur: Dávur Winther Í gjár fríggjadagin lat upp áhugaverd og væl samanhangandi listaframsýning í Gamla Seglhúsinum við listamanninum, Bárður Jákupsson. 17 vakrir oljumálningar og 11 spennandi vatnlitsmyndir - og sum altíð bera hesi frálíku hølini listaverkunum væl uppi. Umframt lættan tónleik frá Eyðun Nolsøe og Karl Martin Samuelsen, sum hesaferð løgdu seg á Beatles, var eisini boðið ábit við besta skerpikjøt úr Fugloy uppá breyð - hugnaligt og fjálgt henda seinnapartin. Nakað av fólki var komið saman at heilsa uppá og kanna sær ein málning. Teirra millum eisini Alex Sólstein og konan, Katrin komu at heilsa uppá. Tað vísti seg, at Bárður og Alex høvdu ættarbond saman, sum peika á Toftanes í Lorvík, har tey ofta eru køn í bæði tónleiki og málningalist. Talan er um eina søluframsýning, sum kemur at hanga uppi fram til 20. oktober 2021. Framsýningin er opin soleiðis: Mánadag til fríggjadag frá klokkan 14:00 til 17:00. Tá ið framsýningin lat upp, helt Dávur Winther, formaður í Norðoya Listafelag, røðu. Røðan verður endurgiving niðanfyri: Góði Bárður - Góðu tit øll! Tá ið eg var smádrongur, var er nógv á Sandi – í Trøðum á Sandi, her pápi mín vaks upp, Uppi í Stovu. Har vóru fleiri stóri bóndagarðar – í Skemmuni, í Uttarstovu, í Miðstovuni og inni í Beiti. Nógv ymisk djór og víður bøur. Har spældu vit væl og lærdu nógv – gingu til handa og fingu uppgávur at røkja. Reka kúrnar heim til mjólkingar, fara eftir rossunum, fóðra, geva kálvunum – og so í hoyna, sum ofta var stuttligt og annarleiðis. Her var frælsi, og tú vart tín egni harri, tó at tú fekk at vita, hvat tú kundi og mátti. Her vóru serligir hundar, sum vóru raskir og gløggir á fjøllunum, summir bítskir og aðrir góðsligir – stóri Bjørn í Miðstovuni var heilt serliga góðsligur. Men ikki minst var tað serstaka málið, sum var annarleiðis í mun til norðanmálið. Teir dugdu so ómetaliga væl at taka til og høvdu nógv fleiri heitir fyri tað ymiska – Ja, eitt heilt annað málføri við sjálvsama stórum orðatilfeingi ella orðforráði. Tað var næstan sum at lurta eftir tónleiki. Teir kundu gera eina heila søgu burtur úr eini annars stuttari frágreiðing. Skálavík Fastir mín Solveig, varð gift við Dalsgarðsbóndanum í Skálavík, Kristiani – Dalsdagður var tá ein av teimum stóru gørðunum í Føroyum. Kirkjubø hevði 20 merkrum tá – Dalsgarður 11, har tríggjar merkur vóru ogn. Tá ið vit komu at vitja har eysturi, var tað sum at koma til eitt slott, so stórt bóndahúsið var – Vit vórðu møtt við glúpskum, goyggjandi hundum eftir tí langa vegnum, ið leiddi niðan til húsini. Kristian, bóndin var rakur og erbarur – Hann gekk restur við høgari pannu, og helt ikki heilt einki um seg sjálvan. Her var stuttligt og rúmligt at vera, og so høvdu tey Norðasta Haga – eitt heilt serligt stað. Solveig, fastir var altíð blíðlynt og fyrikomandi. Páll, tann elsti sonurin var sáttligur og lítillátin – Tey vóru fimm systkin. Skúlin Tá ið eg kom eitt sindur longur í skúlanum í Fuglafirði, lósu vit lærulystin, Lognbrá, Fastatøkur og Men lívið lær. Hetta var heimligt fyri mær, og málsliga kendi eg meg aftur her av ferðunum á Sandi og Skálavík. Mínar ímyndirnar úr bókunum vóru allar av Sandi og Skálavík, tí høvundin, Heðin Brú kom úr Skálavík og skrivaði mál, eg kendi frá gomlu bóndunum í Trøðum, eins og í Dalsgarði. Heðin Brú var ein vandin og gløggur eygleiðari og dugdi at siga frá. Ja, hann málaði við orðum litfagrar og sigandi ”málningar” – bøkur og stuttsøgur. Hann dugdi eisini at siga sekmtandi frá sínum ferðum sum landbúnaðarráðgevi, hvørs ørindi kundu vera meira stirvin og harðbalin, tí áhugamálini ikki altíð fullu saman, tá ið um jørð og ognir er at tala. Tiltikin er ferðin til Klaksvíkar, tá ið fyrsta trøðin skuldi leggjast inn her. Trøðin skuldi leggjast inn av Myrkjanoyri, har Hans bóndi ráddi fyri borgum. Til at hjálpa sær hevði landbrúkskonstlenturin, sum tað tá kallaðist, fingið fólk úr Kirkjubø og Gøtu at koma til Klaksvíkar. Og tað gekk nokk ikki stillisliga fyri seg, sum seinni verður greitt frá í Bóndatáttinum. Hetta var ein skemtiligur og beinrakin táttur, sum Heiðin Brú yrkti um ferðina, og hevði ikki ætlað skuldi koma út. Men eftir eina ferð eftir fjøllunum sunnan á landi, missir hann lummabókina, sum onkur tó fanna. Har verður yrkt beinrakið um fólk og býlingar og tað, sum fór fram á hesum serliga fundi - heili 140 vers. M.a. yrkir Heðin Brú um bátin, Drekan úr Gøtu, har teir blanda blóð og koma í ringt veður og taka at spíggja. Teir høvdu telgt sær ein speril til nøgl. Men ein hundur etur nøglina og báturin søkkur. Eitt av versunum í Bóndatáttinum: Hanus bóndi á Biskupstøð Viðagitin í verkum Situr og roykir blákardús Í sínum borgum sterkum Bárður Góði Bárður! Sama gløgga eygleiðndi lyndið hevur sonurin, Bárður. Hann eygleiðir náttúruna, ljósið, landslagið, bydgalagið nærhendis hjá pápanum, Hans Jacob í Stovuni – abbanum, Poul Johannes í Stovuni ovarlaga í bygdini í Skálavík og sjálvandi víða um aðra staðni við. Hesar eygleiðingar málar bárður uppá løriftið við sínum serstøku penslum. Tú dugur væl at fylgja við og sita undir. Tí hevur tú eisini kunnað skrivað tey mongu ritini í ymsum høpi m.a. í Mondli, har nógvar áhugaverdar greinar stóðu – og mongu sigandi listarbøkurnar eisini. Tú hevur skrivað um Mikines, William, Tummas Arge og Ingolvur og eisini bókina, Myndlist í Føroyum. Eisini kenna vit Bárður frá hansara sigandi og livandi sjónvarpssendingunum um føroyska list og listafólk – ein dýrgripur at eiga! Men helst er tað fyrst og fremst náttúruna, landslagið og bygdarlagið, Bárður dugur at eygleiða og geva eitt annað lív – Eitt nýtt lív í litum og strokum, sum hann byggir sítt egna ”garðalag” kringum, ið er ein onnur heild, sum sprettur úr hesum serstaka listaheimi hansara. Her er ein óendalig kelda í litspæli og symbolikkum, sum ríða sítt egna bjarta lív, frammanfyri ímyndini um garðløg, bygdarløg og fjallarøðir, leikurin er tikin úr. Við sínum málaragávum og vitan endurgevur Bárður Jákupsson sínar kensluligu upplivingar í føroysku nátturuni – heilt frá ungum av og fram til í dag, har hann støðugt er í menning. Bárður er listamálari, grafikari og rithøvundur – í listastíli er hann kolorist, men fyrst og fremst og ekspressionist. Í bókini, Føroysk myndlistafólk, stendu m.a. soleiðis: Eingin listamaður í Føroyum hevur gjørt so nógv fyri at gera føroyska myndlist kenda víða hvar, sum Bárður Jákupsson. Tað er nógv, sum kemur upp á veggin úr hansara sinni, sum ikki einans mennir hann sjálvan, men onnur við. Í 1969 tók hann prógv frá tónleikalinjuni á Hjørring semenarium, men beint eftir hetta helt hann fram á listaakademinum í Keypmannahavn sum næmingur hjá Mogens Andersen málara, ið tá var gestaprofessari. Tá hevði Bárður Jákupsson longu málað í nøkur ár, tí fyrsta almenna framsýning hansara var - í 1963. Hann var leiðari á listaskálanum í Havnini og í 1989 settur sum fyristøðumaður fyri tí tá nýggja Listasavni Føroya. Eitt tað fyrsta tiltakið hjá honum var at fyrireika eina stóra listaframsýning við verkum av Mikinesi, sum eisini varð sýnd fram í Den Frie í Keypmannahavn. Um sama mundið skrivaði hann tað stóra verkið um Mikines. Síðani 1970-ini hevur hann ment seg í listini, har tann dráttur, hann hevur, er í tilknýti til tað føroysku natúruna - føroyska landslagið í einum hugburði til litir, ið spretta úr vøkstri og grøði. Bárður Jákupsson er ekspressionistur eftir náttúrunnar treytum. Hann kennir sum fáur møguleikan hjá pensilsstrokunum at tala við kalligrafiskum máli - til bæði at sleppa tí gamla heiminum og at avdúka ein nýggjan. Tvey sløg av náttúru møtast í listini hjá Bárði Jáupssyni: Málninga náttúran og Føroysak náttúran, og tær eru felags um at vera í sterkari rørslu og støðugari broyting. Góði Bárður! Vælkomin til Klaksvíkar Vælkomin í Gamla Seglhúsið Fríggjadagin tann 24. september 2021 letur upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum, har listamaðurin Bárður Jákupsson kemur at sýna fram. Fernisering verður fríggjdagin kl. 16:00 og kemur Dávur Winther, formaður í Norðoya Listafelag, at røða. Umframt lættari ábit og tónleik, verður eisini møguligt at heilsa uppá listamannin sjálvan. Talan er um eina søluframsýning, sum kemur at hanga uppi fram til 20. oktober 2021. Framsýningin er opin soleiðis: Mánadag til Fríggjadag frá klokkan 14:00 til 17:00. Um so er, at tað ikki liggur fyri at vitja hesar tíðir, er eisini møguligt at avtala eina hóskandi tíð við at ringja 217055 ella 227072. Hjartaliga vælkomin! 11/8/2021 Vit hava opið aftur sum vanligtListaframsýningin - Eyðun av Reyni, 70 ár er opin aftur sum vanligt: Mánadag-fríggjadag kl. 14-17 Hjartaliga Vælkomin:) 31/7/2021 "Endaði sum Eyðun av Reyni"Skrivað hevur: Oliver Joensen, Norðlýsið Millum annað tað segði Tórbjørn Jacobsen í røðu síni við ferniseringina hjá listamanninum og 70 ára føðingardagsbarninum, Eyðuni av Reyni, á Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Gamla Seglhúsið hevði gjørt nógv burturúr hesi ferniseringini. Umframt Tórbjørn Jacobsen, so røddi eisini Dávur Winther, formaður í Norðoya Listafelag. Teir tríggir Hjarnar menninir, Karl Martin Samuelsen, Eyðun Nolsøe og Jógvan Olsen stóðu fyri einum sera áhugaverdum tónleikainnslagi. Dávur Winther hevði harafturat fingið Frits Johannesen úr Fuglafirði at siga nøkur orð og at handa eina føðingardagsgávu til Eyðun av Reyni í samband við 70 ára føðingardag Eyðuns. Niðanfyri er røða hjá Tórbirni Jacobsen, borgarstjóta í Runavík: Litsnillingurin av Reyni Táið gitna týska andsmennið Goethe, sum m.a. skrivaði Faust og Zur Farbenlehre, segði Jóhonnu Schopenhauer, at sonur hennara, eftir hansara varhuga, var settur í verðina til at fremja stórverk, svaraði hon hvatliga, at tað ongantíð áður var komið fyri oyruni á henni, at tað rúmaðist meiri enn eitt flogvit í einari og somu familju. Arthur Schopenhauer var sonur Jóhonnu, hann livdi í 18. og 19. øld, og verður framvegis mettur millum teir stóru klassisku heimspekingarnar. Ein dagin gekk hann í urtagarði sínum og hugsaði innsnúgvin, burturi í øðrum heimi - hann var tá vorðin nakað eldri - nú rennur ein urtagarðsmaður seg brádliga i heimskenda filosoffin og spyr: “Hvør eru tygum?” Seigliga svaraði Schopenhauer: “Ja, hvør eri eg í grundini, høvdu tygum kunnað sagt mær tað, hevði eg verið tygum ómetaliga takksamur.” Onkur spyr helst, hvør er hasin, sum nú tosar? Undir øllum umstøðum hevur hann onki bakstøði yvirhøvur fyri at seta eina málningaframsýning. Skúlaleiðin hjá navigatørum gevur ikki hugflognum ein kjans, bara neyv rokning um knattstøður og kjølfestu, sjólógin, motorlæra, ísakøld fakta. Tað er tað. Kanska fáu løturnar, tá astronomiska navigatiónin varð sett undir lupp, fingu hugan at sveima eitt vet, um hvat annað kundi vera í lofthavinum, umframt tey likam, sum kundu takast niður við sekstantinum? Nú er hon eisini foykt av talvuni. Tólmenni beindu fyri henni. Sic transit gloria mundi. Harvið finst valla ein størri amatørur á økinum enn júst eg, men harfyri er tað eisini njóting hjá mær at síggja verk hjá fólki, sum eiga evnini í sær at siga eina søgu í litum. Kortini royndi eg eina løtu at vera mentamálaráðharri tjóðarinnar. Fyrst í hesari øldini. Tá eydnaðist mær at koma so nær einari legendu sum til ber. Avgerð var tikin um, at Ingálvur av Reyni skuldi fáa Mentanarvirðisløn Landsins fyri árið 2000. Yvir máltráðin varð hann spurdur, um eg kundi hitta hann í atelieri hansara, segði honum kortini onki um, hvørji ørindini vóru. Seinri hittust vit eisini í Norðurlandahúsinum. Bárður Jákupsson tók sær av tí listarliga partinum og segði m.a.: “Listin er ikki orð og tað gátuføra í málninginum er líka gátuført fyri listamannin, sum tað er fyri áskoðaran.” Dupultkvartettin í Ebenezer sang, og landsstýrismaðurin flutti fram røðu. Ein av avísunum, Sosialurin, hevði eftir handanina fingið fatur í endanum: "Tað kennist sum at sita við Gamaliels føtur. Hin stóri listamálarin av Ingutrøð er í totalari balansu, eisini tá ið landsstýrismaðurin sigur honum, at hann er ikki ørindaleysur hetta heystarkvøldið. Fyri føroysku tjóðina og fólkið hevur hann valt at fylgja professionellu tilráðingini um at lata Ingálvi mentanarvirðisløn landsins fyri hetta árið. Valdi at bera tygum boðini á hendan hátt, fyri at tygum ikki skuldi gerast skelkaður av boðunum, komu tey óvart á, gjøgnum fjølmiðlarnar. Tað gongur ein lítil løta. Maðurin, sum er komin til kempualdur, heldur um høvdið. Og so letur í honum: "Eg eri skelkaður, og helst eri eg ikki verdur nakra viðurkenning." Fantastiskt at tosa við ein so lítillátnan mann, sum hevur lagt allan sín mátt í sín egna áhuga, í áhaldandi menning forfylgdi hann dreymunum, kosta hvat tað kosta vildi. Eftir at hava prátað eina góða løtu, um leyst og fast, letur knappliga úr honum: "Kanska skuldi eg heldur havt valt sangin sum yrkisleið, í sínari tíð, men nú gerst so einki við tað, tað er so lítið eftiri av røddini.” Løturnar í myndastovu hansara og í norðurlendska kastalinum standa meitlaðar í hugminni mínum. Neyvan er nakar ósamdur í tí, at ongin listamálari hevur flutt føroyska málningalist so stórliga sum Ingálvur, og eftirtíðin fer helst at minnast flogvitið sum liggjandi í broddi fylkingar, tá um málningalist ræður. Mikines flutti okkum inn í nýggja heimin, men tað var Ingálvur sum flutti stikini inn í eina modernaða tíð - og listina upp á altjóða støði - og har verður hann standandi sum tann stóri og bjart lýsandi vitin. Hann hevur flutt seg frá at vera jarðiskt menniskja til at vera eitt hugtak. Ein legenda, - og eina slíka skalar ongin. Sum eitt kuriosum kann eg nevna, at eina tíð eftir at Ingálvur var farin um jarðisku sýnuna, ringdi kona hansara Elsa og spurdi, um hon kundi geva flokkinum eg hevði umboðað í landsstýrinum eina originaltekning av fyrrverandi formanni floksins - Erlendi Patursson. Tað var ikki at siga. Hon hevur nú heiðurspláss á Gamla Apoteki, og mín kensla var, at hetta var ein lítillátin tøkk fyri heilsanina maður hennara fekk nøkur ár frammanundan. Flokkurin hevði kortini onki við tað málið at gera, ultimativa virðislønin var gáva og viðurkenning frá tjóðini allari – Føroya fólki. Gávur kunnu arvast. Berast úr ílegu og sosialum arvi. Hetta sæst aftur í næsta ættarliðnum. Kára kendi eg væl, hann var vinmaður eitt systkinabarn mítt og tíðum gestur á Tinghúsvegnum, har mostir mín búði. Hann var góður sangari. Árni er ein av berandi súlunum í Dupultkvartettini, og Ingi hevði eisini eina serstakliga góða rødd, minnist hann frá onkrum orkestri í Havnini, og hann syngur eisini á ”Nei til EEC” plátuni, sum kom út, tá stríðið stóð harðast, um tjóðin skuldi geva seg upp til stóra europeiska felagsskapin ella ikki. Kampurin var harður – og vit vunnu tíbetur suverenitetin yvir tí sindrinum, sum vit kortini høvdu suverenitetin yvir – fiskimarkinum. Tjóðarinnar spísikamari. Alternativið hevði verið ein vanlukka. Í Sálmunum lesa vit, at: “Sjúti ár er æviskeið várt, og um mikil er megin áttati ár, og teirra dýrd er bert sút og møði, tí tíðin rennur, og vit fljúgva avstað.” Eyðun fer um sjúti ára hvarvið í dag, og í mun til bíbilsku áminningina, er hann lættur á fótum og menningin er støðug á feltinum, hann umsíðir valdi sær sum meginslóð í gerandislívinum. Dagliga tykist tað ikki soleiðis, men ein stórur partur av mannakroppinum er vatn. 95% av blóði okkara er vatn. Tá vit harumframt eru í tí serstøðu, at vit ikki fáa farið undan rekkjuváðini uttan at síggja sjógv, er tað sjálvsagt, at tað ávirkar sálarstreingirnar í stóran mun. Ikki minst hjá einum, sum í vøggugávu fekk evnini at transformera sálarligu vibratiónirnar umvegis litir á línklæði. Hevur viðkomandi so, sum so mangir av okkara landsmonnum, á frívaktunum ligið í einari koyggju, 8 millimetrar frá tí váta elementinum, líkamikið hvussu tað annars leikar í, gerst ávirkanin ta størri. Eyðun hevur roynt tað lívið, hann var til skips í nøkur ár seinrapartin av sekstiárunum, m.a. við Levi við “Kletti” og við “Vónini”, har Harry á Lakjuni sat við stýrisvølin. Dávamaðurin Levi er myndamaður í orðum. Gloymi ongantíð jarðarferðartaluna hann hevði yvir Billu Jógvani í Betesda, tá hann samanbar lív mansins við ketuna, sum stóð út frá kabulárhjólinum. Úr vøgguni hjá hvørjum einstøkum okkara verður vundið og hespað uppá kabulárin, haðartil ketan stendur beint upp og niður, og tá er bara eftir at fáa hana innanborðaða. Vit eru bara løgasteinar millum ættarlið. Næsta ættarliðið tekur stafettina. Handverkari er hann eisini – Eyðun - lærdi til bilsmið hjá Sigirdi. Í svimjihylinum og svimjihøllini í Gundadali var Eyðun aftur í vatnsegmentinum. Í mong ár saman við sera góða og nú sálaða vinmanni hansara, hinum altíð mikið hugfarsliga Hera Lava Olsen, sum hevði heilt serstakar gávur at samskifta við fólk, eisini tey sum hann ikki kendi frammanundan. Tað kom okkum bygdafólkum til góðar, sum máttu tann langa vegin til Havnar at svimja, og sigast skal, at fáar hallir í heiminum hava verið meiri umhyggiliga røktar, enn tá hesir fýrarnir stjórnaðu og høvdu umsjónina við henni. Tey fyrstu árini í Gundadali hevur hann helst hjálpt Hera í summarløtunum, tá hann var heima staddur, tí longu 20-21 ára gamal, fyrst í sjeytiárunum, fer hann av landinum og tekur upp teknaralæru á Askou-Jensen skúlanum á Glyptotekinum í Keypmannahavn. Nú man hann hava tikið eina eksistentiella avgerð um, hvør lívsleiðin skal vera, tí beint haðani fer hann á Kongliga Listaháskúlan í sama býi, og dastið av sjeytiárunum er hann meiri og minni í donsku høvuðsborgini. Wilhelm Freddie var professari hansara, og hóast sagdur vera fyrrverandi surrealistiskur ófriðarkroppur, var hann nøgdur við at lata studentarnar fylgja egnum ætlanum fyri síðan at hyggja framvið einar tvær ferðir um vikuna til tess at meta um avrikini. Í framúr góðu bókini um abban, Rasmus á Háskúlanum, endurgevur Guðrun Gaard eina røðu, sum versonur Rasmusar, Oskar Hermansen, hevur hildið við okkurt høvi. Rasmus var tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin í Norðoya valdømi árini 1914 til 1928. Hann loysti vinmannin og svágin Símun av Skarði av, sum hevði sitið árini frammanundan frá 1906 til 1914. Rasmus var starblindur í ellini, tí mátti lesast upp fyri honum. Í 1957 kom út bókin “Ferð mín til Jorsala”. Høvundur var Kristian Osvald Viderø. Prestur. Rasmus ynskti, at Oskar las alla bókina upp fyri honum, gamli háskúlamaðurin dámdi hana, og ofta mátti rógvast afturá aftur, serliga fyri at njóta sjáldsama og sjálvskapta málið hjá skálvíkinginum. Sum so mangur annar føroyskur ungdómur tá í tíðini, varð Viderø kveiktur á Føroya Fólkaháskúla. Tá Oskar var liðugur at lesa bókina upp, segði hin gamla kempan úr Miðvági: “Ja, tað var nakað serstakt við honum, Kristian Osvaldi, hann var stillur næmingur og fylgdi væl við, - var kanska í so nógv í øðrum heimi.” Kom at hugsa um Eyðun tá eg las hetta. Viderø var innsnúgvin sum menniskja og kortini útsnúgvin. Heimsfjarur í gerandisdegnum, men produktiónin úr huga- og vitanarsvaði hansara - sum rithøvundur - er metstór, og dygdin sum oftast í serflokki. Alment hevur hann ikki sungið so nógv sum pápin og brøðurnir, men mær er sagt, at hann hevur eina framúr góða rødd. Hann er íðin veiðimaður við tráðuni. Hann er góður svimjari, og í B36-felagnum var hann ikki sørur heldur - í Gundadali og á leikvøllum kring um landið. Talentið var har. Hann er føddur og uppvaksin í B36-zonuni í Havn. Ingutrøð var partur av henni. Zonan mundi tá ganga nakað væl niðan á Tinghúsvegin – áraka Telegrafstøðina – ella har á leið – og longur niðan brekkuna tók Havnar Bóltfelag yvir, og har, á sjálvum hermótinum, millum høvuðsstaðarfeløgini, eigi eg nógvar góðar og hugfarsligar løtur hjá mostir mínari og gamla útvarpsstjóranum. Eyðun leikti 32 dystir á besta liðnum hjá B36. Liðið lá ikki í oddinum tey árini, men tvær ferðir vunnu teir kortini á KÍ. 3-1 hin 22. apríl 1979 og aftur 3. mai 1981, tá teir vunnu 3-0 á KÍ við klaksvíkinginum Jógvani Norðbú sum venjara. Báðir dystirnir vórðu leiktir á Eiðinum, ella í Djúpumýru, sum teir nú rópa vøllin. Nú er Eyðun aftur í Klaksvík. Listarligt upplivilsi er hvørki at eygleiða ella at vera hugtikin – tað er at liva seg inn í listaverkið. Eftir tað kann upplivilsi gerast so ódligt í litum og ljósi, at tað kennist sum hin rami gandur. Skoðar tú nóg leingi stóra málningin “Trolaradekk”, hjá Ingálvi, so gerst tú so við og við ein partur av universinum, serliga tey, sum hava staðið á skipsdekki, fáa eitt lív saman við málninginum. Tað er tað áhugaverda við abstraktu listini, leitanin í málninginum - og eftir tær sjálvum í honum - gerst eitt serstakliga áhugavert eksperimentarium. The never ending tour. Ein ferð sum ongantíð endar. Fyri nøkrum árum síðan hevði Eyðun eina listaframsýning í Glyvra kirkju. Gjørdist so hugtikin av tí eina málninginum, Brim – málaður í 2011, at eg keypti hann. Aðalsteinn Ingólfsson sigur um Eyðun, at hann á leiðini varnaðist, at hann hevði óvanlig evni fyri ekspressivum litum, og nú er hann millum bestu koloristarnar í sínum ættarliði. Tað, ið ger samskipan Eyðuns av litum øðrvísi enn ta hjá faðirinum ella t.d. Torbjørn Olsen, bara fyri at nevna tveir dugnaligar føroyskar koloristar, er álvarsama sansingin í arbeiðslagnum. Og hann heldur fram: “Høvuðsinnihaldið er nærabstraktar hugmyndir av ódn og landslagi við grýtutum, ósigiligum formum, sum fána burtur inn í endaleysa rúmd, umframt klettar, sjógvur, tari, sum saman við luft, eldi og vatni, ófatiligastu elementum náttúrunnar, broytast til hvirluvindar úr reinastu orku, og sum føra okkum til ytstu mørkini av tí, vit vita um fysiska heimin. Tískil haldi eg tað vera rætt, at vit síggja fleiri av málningum Eyðuns út frá átrúnaðinum í royndunum at “fata ófatiligu náttúrumegina í olju á lørift, hana ið førir okkum nærri at størsta loyndarmáli andans.” Eyðun hevur ferðast kring um í heiminum og leitað sær eftir íblástri og sýnt fram. Í París, Barcelona, Madrid, Berlin og New York, men táið hann aftur setir ein málning á myndafótin, sum Ingálvur upprunaliga gjørdi til Mikines, sum bara brúkti hann í nakrar fáar dagar, er hann aftur í sínum egna samleika. Mín brimmálningur er hongdur upp soleiðis á Langanesi, at eg síggi hann í stólinum, har eg vanliga siti, tá ein lagalig løta er. Hvat Eyðun hevur hugsað, tá hann málaði málningin, veit eg av góðum grundum ikki, men í mínum føri minnir hann meg alt meiri um uppvakstrarárini í Syðrugøtu, í Grógv, har vit so at siga búðu í briminum. Í universinum hjá mær og málninginum standi eg nú niðast í myndini, meðan uppgangurin kemur skolandi inn av víkini. Menniskjað, sum stútt og støðugt stendur á eggini, á eggjartrom, í mun til natúrligu kringumstøðurnar. Tað er okkara lutur. Tí ræður um at liva við natúruni og ikki øvut, annars kann lívstráðurin verða kvettur áðrenn guðgivna tíðarmálið er rokkið. Brimið hjá Eyðuni, áminningin um ørandi megina, hevur gjørt mær stóran mun. Nú havi eg av góðum grundum nevnt pápa hansara nakrar ferðir, men ein spurningur, sum mong munnu seta sær, er, hvussu man ber seg at við at hava tveir pápar í einum og sama kroppi. Annar menniskja og pápi og hin hugtak, - sum ikki ryggjast. Zacharias Heinesen hevur verið í somu støðu, kanska lættgongdari kortini, tá William kanska var meiri heimsgitin sum høvundur enn sum listamálari. Tað skulu dirvi, sjálvsálit og viðfødd evnir til at ganga hendan stíggin og ilt er at sleppa undan samanberingum, tá rótin sjáldan fellur langt frá bulinum. So er manna hugsan. Nú hevur Eyðun eini sjáldsom evni at flúgva undir radaranum. Onki hóvasták, innsnúgvin sum fáur, men tá pensilin hevur verið í málingablikkinum kemur eksplosiónin – har og bara har er hann útsnúgvin. Møtti hann einum urtagarðsmanni, sum spurdi hann hvør ið hann var, hevði hann helst smoygt sær undan svarinum. Men vit onnur kunnu staðfesta, at Eyðun av Reyni er ein vakur svanur í føroyska myndlistaheiminum, sum, hóast serliga dagin í dag, er í støðugari menning, og tá hann einaferð er farin inn hagar, sum hesumegin er størsta loyndarmál andans, fer hann at verða umrøddur sum ein av stóru myndlistamonnum tjóðarinnar, ið stóð tryggur og trúgvur við sín egna samleika og sína egnu list. Ein annar kendur málari segði einaferð, at mamma hansara hevði sagt honum: “Velur tú at gerast hermaður, endar tú sum generalur. Gerst tú munkur, endar tú sum pávi.” “Ístaðin gjørdist eg myndlistamaður og endaði sum Picasso.” Føðingardagsbarnið kundi verið sangari, bilmekanikari, veiðimaður, svimjari ella fótbóltsleikari, men hann gjørdist myndlistamaður og endaði sum Eyðun av Reyni. Hjartaliga til lukku við føðingardegnum og takk fyri tað ríkidømi, tú úr egnari sál og viðkvæmum keldum hevur givið tjóð okkara. Mátti byrurin verði tær blíður í ókomnum døgum, vikum og árum, - nú bíbilska sjúti ára tíðarmálið heldur ikki, tilsýnilátandi, hevur fingið fastatøkur á tær, hvørki sum menniskja ella skapandi maður. 25/7/2021 Eyðun av Reyni 70 árLeygardagin, tann 31. juli 2021 verður listamaðurin Eyðun av Reyni 70 ár. Í hesum sambandinum letur upp ein framsýning í Gamla Seglhúsinum, har vit eisini ynskja at heiðra listamanninum við einari serlligari fernisering. Eyðun av Reyni er føddur tann 31. juli 1951 og er sonur Elsu og Ingálvur av Reyni. Eyðun giftist í 1985 við Bjørg Øssursdóttir og eiga tey døturnar Durita og Ingibjørg. Eyðun var sjómaður í nøkur ár, áðrenn hann tók eina listarliga útbúgving í 1971-72 á Askou-Jensen´s Drawing School in Glyptoteket í Keypmannahavn og Tech Royal Danisk Art Academy somuleiðis í Keypmannahavn. Eyðun hevur verið fleiri listarliga námsferðir og hevur javnan havt framsýningar av verkum sínum síðani 1964. Somuleiðis hevur Eyðun við sínum verkum prýtt fleiri bygingar umfamt at verk eru umboða í tí almenna rúminum bæði í Føroyum og uttanlendis. Aðalsteinn Ingólfsson rithøvundur, sigur soleiðis frá um listina hjá Eyðun av Reyni. Listamálarin Eyðun av Reyni ber eins og ein kringur dansari eina andaverð við sær. Tá ið hann málar fyrstu strokini á løriftið, veit hann av sær sjálvum – eins og dansarin, sum hevur vant og vant í óteljandi tímar í bumminum – rútman, sum hann gevur seg undir, ber hann at enda út á eggina á einum vatnrættum býti, ið verður kallað miðdepil. Hesin miðdepil er ofta í skundi málaður við breiðum pensli gráur ella svartur, so at hann líkist einum svørtum holi ella einum veðurbardum veggi, sum gerst tann veruligi snúningsdepilin, verkini hjá Eyðun av Reyni snúgva seg um. Alt hitt í málninginum skipar seg rundan um henda miðdepil, soleiðis at økið niðanfyri brátt umskiftist til eina rokuta forgrund, sum er gjørdliðug við øgiligum slettum og skvettum av ljósum litum, ið fara hurl um burl tvørtur um løriftið, meðan økið omanfyri er bygt upp við meiri frælsi, altíð við einari samanseting av loddrøttum og vatntøttum litblokkum. Tað er lætt at síggja í hesum mynstrinum eina tilsiping til arketýpiska føroyska landslagið, sum eldri málarar eins og Mikines og faðir Eyðuns, hin mæti Inválvur av Reyni, hava tulkað. Tískil er áðurnevndi miðdepilin altíð havið, ið sameinir og skilir tær átjan oyggjarnar í Føroyum, sum antin eru svartar sum vetrarskýggin, ið hóttandi kemur niður á tær, ella livandi við hvítum brimi og brúsandi grønum aldum. Forgrundin kann tulkast júst soleiðis: sum eitt landslag fylt við virkni, sum fjølbroyttu formarnir og litirnir rógva fram undir og trýsta og toga hvør annan, stuðla hvør annan ella royna at gera hvør annan til einkis. Vit síggja, at Eyðun málar samansetingar av litblokkum við báðum endunum á penslinum, bæði kustinum og spíska skaftinum, og skapar zig-zag mynstur ella krutl, ið týkjast at sipa til formar, sum liva óheftir av náttúruni. Aftast í málninginum hjá Eyðuni er altíð minnið um landslagið hinumegin eina og hvørja strond og eitt og hvørt ljóð, kanska eitt eiði, eitt fjall, formurin á einum r´ðrarbáti ella bergini undir medrutum skýggjum, og soleiðis verður dentur lagdur á stórbæri í tí loddrætta og vatnrætta. Ella skuldi landið ikki verið við, hava vit tað endaleysa Norðuratlantshavið, ið er sum ein gjøgnumheilur múru úr vatni, sum røkkur upp ígjøgnum á løriftinum, ella sum rennur saman við tey eins hóttandi skýggini. At nevna bara okkurt av náttúruelementunum, ið Eyðun sipar til, við navni man vera torført, tí málningar hansara eru sum fagur skaldskapur og snúgva seg um nógv meiria enn landsløg í Føroyum og havið kring Føroyar. Heldur onkur, at tað, ið frammanfyri er lýst, er lætt at spáa um og kann verða sett inn í ein frymil, eigur hann at hyggja aftur, ella betri enn, at ráðføra seg við listasøguna, har vit finna nógvar listamálarar, ei eru nøgdir við minni. Hugsið um Giorgio Morandi og endaleysu frábrigdi hansara av fløskum ella Josef Albers, sum í óteljandi lýsingum fagnar fýrkantinum. Teir og javnlíkar teirra granska við vilja í tí lítla; men Eyðun av Reyni er sum eit rættur norðurlendskur dramatikari, ið torir at togast við teir stóru tilveruspurningarnar: menneksja afturímóti náttúru, markið millum lív og deyða, náttúran afturímóti sær sjálvari, og at enda spurningurin, ið ber av øllum: Hvat er meiningin við lívinum? Tað er soleiðis fyri ein mann, sum er vaksin upp í einum húski við gudsóttandi brøðrum, at hvussu ofta hann enn er farin skeivur og hvussu langt hann enn er farin frá grúgvuni, liggur hasin spurningurin altíð frammarlaga í tonkunum. Skrá fyri ferniseringina leygardagin tann 31. juli klokkan 16:00 Símun Gullaksen bjóðar vælkomin og Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu setur framsýningina. Eyðun Nolsøe, Jógvan Olsen og Karl Martin Samuelsen úr bólkinum Hjarnar syrgja fyri tónleikinum og Dávur Winther, formaður í Norðoya Listafelag kemur eisini at røða. Gutti Winther syrgir fyri ábitnum og kemur at borðreiða við ymiskum spennandi bitum Øll eru hjartliga vælkomin fyri at njóta løtuna, bera fram eina heilsan, síggja málningarnar og annars heilsa uppá Eyðun í hugnaliga Gamla Seglhúsinum. 10/7/2021 Fernisering - SOPO í Gamla SeglhúsinumMikudagin 7. juli lat upp listaframsýningin við Sofus Poulsen (SOPO) upp í Gamla Seglhúsinum. Karl Martin Samuelsen og Eyðun Nolsøe spældu og Símun Gullaksen greiddi frá um Sofus Poulsen og list hanara. _________________________________ CV SOPO Sofus D. Poulsen f. 26. april 1955. Autodidakt kunstmaler. Jeg er selvlært og dog – fra jeg var ung, har jeg studeret alle de kendte malere – lige fra de Franske – Engelske – Amerikanske – Danske osv. – Jeg kalder mig autodidakt men dog alligevel i en eller anden form, er jeg påvirket af andre kunsterne. Men da det er sagt… så er mine billeder erindringer. Oplevede og sansede erindringer fra mine mange ture i de færøske fjelde – eller med skitseblokken nede i havnen imellem både og gamle tjærede huse. Det skiftende vejr på Færøerne, er paletten som jeg bruger. Mine billede er både abstrakte/naturalistiske/ og på samme tid prosaiske sanseoplevelser. I en symbiose mellem en spontan maleproces og streng disciplin, forankret i Cézanne (fransk maler) og de franske impressionisters naturopfattelse bliver mine malerier til. Lige på kanten til abstraktion, vil nogle kalde min stil. Jeg har malet og tegnet siden min ungdom. Både portrætter og skildringer. Jeg maler med olie, men også med akryl. Jeg har været illustrator og holder foredrag om kunst – har undervist i billedkunst, tegning og kunsthistorie i mange år. Færøske kunstnere som har inspireret mig, er uden tvivl Villiam Heinesen, Jack Kampman, Zacharias Heinesen og en af Færøernes bedste kvindelige kunstner, Ruth Smith. Danske kunstnere som har inspireret mig, er Anders Zorn, Krøjer, Jacob Ranzau, Per Kirkeby og ikke at glemme Niels Larsen Stevns, Edvard Weie m.fl. Jer er en af de faste kunsterne i det kendte Galleri Sct. Gertrud i København. Der har jeg en årlig solo udstilling. På min Hjemmeside – sopoart.dk – og sopoart.com – plus min FB-side, sopoart – der kan man se mine arbejder og malerier. I de seneste år har jeg haft udstillinger på de store kunstmesser i Art Copenhagen, Art Herning, Art Nordic og Hillerød kunst uge. Andre steder som måske er værd at nævne, er Vestjysk Kunstpavillon. ______________________________________ Listaframsýningin hongur uppi allan juli mánaða og øll eru hjartaliga vælkomin at vitja framsýninga. Myndir frá ferniseringini: Listaframsýning í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Fernisering verdur mikudagin 7. juli 2021 kl. 18.00. Framsýningin umfatar´málningar úr tí føroyska landslagnum og sum nakað nýtt, verða eisini málningar við myndaevnum úr Nýggja Testamenti. Øll eru hjartaliga vælkomin. |
Gamla SeglhúsiðÍ teim sera hugnaligu kørmunum í Gamla Seglhúsinum fyriskipa vit listaframsýningar, skeiðstænastu, ráðstevnu um landbúnað, umframt útleigan av hølum, ið kunnu nýtast til fundarvirksemi, framløgur, frálæru, temadagar, jólaborðhald vm. Geinasavn
February 2025
Býtt í bólkarAll átøk átøk Byggingin Fundavirksemi Listaframsýningar Listaframsýningar Ráðstevna Skeiðvirksemi Tíðindaskriv Vitjanir Ymiskt |
TÆNASTUR
© GAMLA SEGLHÚSIÐ I KLAKSVÍKSVEGUR 48 I FO-700 KLAKSVÍK I FØROYAR I +298 217055 I +298 227072